TEITUR við strúkarum spælir í Spaniastovu í kvøld kl 19.20
Leinki til konsertina er at finna á facebook.com/teiturmusic ella youtube.com/arloandbetty
Tíðarmynd
Byrja verður kl 1920 at senda eina tíðarmynd. Tað er prát við ungdómar í Klaksvík um, hvussi tað er at vera ungur í Klaksvík og at búgva í Klaksvík í dag…
Skráin er henda
kl 19.20 Tíðarmynd – Forfilmur um Ung&Trivnaður í Klaksvík
kl 20.00 TEITUR v/Strúkarakvartett
Stroymingina er tað Db Media Fo v/ Robert Waagstein, sum stendur fyri.
Stuðlar
Stuðla hava Christian í Grótinum, North Pelagic og Klaksvíkar kommuna.
Fyrireikarnir fegnast um stuðulin at stroyma konsertina í kvøld! Støðan er framvegis at koronatilmælini taka inntøkugrundarlagi undan almennum tiltøkum í Spaniastovu.



