Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Beint nú: Ókeypis trygdarbrillur frá Tryggingarfelagnum Føroyum

John William Joensen

Verður veðrið tilvildar 20. mars 2015,kl. 09.41 er Føroyar besta stað á jørð at eygleiða eina fulla sólarmyrkingin. Men henda sjón er ikki heilt vandaleyst uttan røttu verd, og tí letur Tryggingarfelagið Føroyar ókeypis trygdarbrillur til øll áhugaði. Í dag eru ókeypis brillur at fáa í Klaksvík

Verður veðrið tilvildar 20. mars 2015,kl. 09.41 er Føroyar besta stað á jørð at eygleiða eina fulla sólarmyrkingin. Men henda sjón er ikki heilt vandaleyst uttan røttu verd, og tí letur Tryggingarfelagið Føroyar ókeypis trygdarbrillur til øll áhugaði. Í dag eru ókeypis brillur at fáa í Klaksvík

Hvat er sólarmyrking?
Sólarmyrking er eitt natúrligt fyribyrgdi, har mánin – á ávísum støðum á jørðini og í eitt syttri tíðarskeið – skuggar fyri ljósinum frá sólini. Ein full sólarmyrking er tá mánin skuggar fyri øllum ljósinum frá sólini. Fyri rakta áskoðarin á jørðini, sær tað tí út sum um mánin dekkar alla sólina.

Ikki heilt vandaleyst
Tað er tó ikki heilt vandaleyst at eygleiða hetta sermerkta fyribyrgdi, tí ein má ongantíð hyggja beinleiðis at sólini. Hetta kann gera ein blindan. Mælt verður tí til at altíð brúka góðkendar trygdarbrillur at hyggja at sólini og sólarmyrking við.

Ókeypis trygdarbrillur frá ´Tryggingarfelagnum Føroyum
Í gjár fingu havnafólk brillur, og í dag kunnu fólk norðanfyri fara inn á deildina hjá Tryggingarfelagnum Føroyum og fáa ókeypis brillur fram til kl. 16.00. Mikudagin 25. februar eru trygdarbrillurnar at fáa á deildini í Saltangará (kl. 9.00-16.00) og hósdagin 26. februar á deildini á Tvøroyri (kl. 9.00-16.00). Talan er um avmarkaða nøgd. Latið verður í mesta lagi 4 trygdarbrillur pr. húski. Tað er ikki møguligt at bíleggja ella leggja trygdarbrillur av. Ókeypis trygdarbrillur frá okkum eru einans at fáa so leingi tær eru á goymslu hesi lýstu tíðarskeið.

Hvar verður sólarmyrkingin?
Full sólarmyrking verður í 2 minuttir og 47 sekundir úti á víðum havi á 462 kilometra breiðum øki. Lutvíst sólarmyrking verður at síggja um alt Evropa, stórum parti av Norðurafrika og Sibiria, men full sólarmyrkingin sæst tó bert á landi í Føroyum og á Svalbard hesaferð.

Ójavnt er tó, hvussu leingi sólarmyrkingin verður ymsastaðni í Føroyum. Sunnast í Føroyum verður sólarmyrkingin stytst, meðan sólarmyrkingin fer at vara longri hjá teimum, ið uppliva náttúrufyribrigdi á teimum norðaru oyggjunum.

Næsta fulla sólarmyrkingin í Evropa verður ikki fyrr enn í 2026.

Veðrið kann órógva
Skiftandi og óstøðugt veðurlag eyðkennir Føroyar. Verður skýggjað loft, meðan sólarmyrkingin varir, sæst tó í øllum førum myrkrið síga seg niðurá oyggjarnar. Tá kunnu eitt nú fuglarnir bera seg øðrvísi at. Hønurnar seta seg á vaglið, dunnur og aðrir fuglar seta seg ella reiðrast o.s.fr.