Beinta Klakstein, sum er forkvinna í trivnaðarnevndini børn og ung, helt røðu í Fjallafípuni fríggjadagin, har hon mælti øllum, sum ikki hava sæð bygningin og umstøðurnar, til at koma og síggja, hvussu góð loysn hetta er.
Beinta Klakstein, sum er forkvinna ítrivnaðarnevndini børn og ung, helt røðu í Fjallafípuni fríggjadagin, har honmælti øllum, sum ikki hava sæð bygningin og umstøðurnar, til at koma og síggja,hvussu góð loysn hetta er.
Fríggjadagin 31. mars 2017 var móttøka í Fjallafípuni frá kl. 15 til17, har nógv foreldur og onnur áhuga leitaðu sær inn fyri at síggja snotuligu,nýggju hølini hjá Fjallafípuni, har pláss nú er fyri íalt 40 børnum afturat íansing.
Í røðu síni segði Beinta Klakstein, millum annað, at hendan skjóta oggóða loysnin, sum býráðið hevði valt til at víðka Fjallafípuna við, júst er taðtilboðið, sum brádliga manglaði í kommununi.
– Eitt er hølisviðurskifti, annað innihald. Hetta seinna hevur eftirmínum tykki meir at siga enn fysiskir karmar. Tað at hesin skáli er kominafturat nettupp Fjallafípuni her úti í Grøv, gevur nýggju hølunum ein seragóðan klett at standa á.
– Tað sum tit hava bygt upp herúti er heilt einastandandi, og taðhoyrist allastaðni, hvussu væl børnini trívast her, og hvussu óførstarvsfólkini eru. Tí hava tit so nógv gott at leggjá í nýggju eindina ogsamstundis so nógv at geva víðari til nýggj starvsfólk og nýggju børnini herúti, segði Beinta Klakstein.
– Vit í Klaksvíkar býráð vilja bjóða góð og fjølbroytt dagstovnatilboðog gleðast um, at barnatalið veksur. Hetta, sum tit hvønn dag fremja í verkiher í Fjallafípuni, er við til at lyfta støði í okkara tilboðum, og fari eg atynskja tykkum góðan arbeiðshug og enn einaferð tillukku.




