Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Beinta spyr um asfaltsverkið á Sundi

Beinta Løwe Jacobsen

Fyrispurningur um asfaltsverkið á Sundi, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Hvussu nógv er samlaði kostnaðurin fyri asfaltverkið á Sundi, tað vil siga við leigu, umvælingum og keypi v.m.?

Var fíggjarlig heimild at leiga, umvæla og keypa asfaltverkið?

Ætlar landsstýrismaðurin at kanna málið nærri?

 

Viðmerkingar:

Landsgrannskoðanin og undanfarnu løgtingsgrannskoðarar hava gjørt vart við ymist í samband við, at Landsverk leigaði og seinni keypti asfaltverkið á Sundi.

Seinni er komið fram í miðlunum, at verkið er í so ringum standi, at tað er latið aftur og ikki verður latið uppaftur.

Tí hesin fyrispurningur til landsstýrismannin.

 

Á Løgtingi, 16. oktober 2019

Beinta Løwe Jacobsen