Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BEKLAR BÝURIN AV BLOKKI?

Oliver Joensen

Niðurstøðan má vera, at vit hava fingið eitt skisma ímillum kapital og ítrótt, sigur Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, millum annað í hesi áhugaverdu grein síni.

En bloc er fronsk útsøgn, – alt hóvað upp í eina rúgvu. Í føroyska málinum liggur blokkurin meira diversificeraður. Meira spjaddur. Vit hava hoyrt hópin um at blokka, í flogbóltsfrásagnum í vetur, fyrr hoyrdu vit um eysturblokkin at kalla hvønn dag í útvarpinum, og tann blokkurin, sum fleiri føroyingar eru serliga forgapaðir í, er danski blokkurin, sum rennur makliga, mjúkliga og áhaldandi norðuryvir úr heimsins tryggasta húsi, ríkisskansanum í Keypmannahavn, accosiatiónirnar fara skúrandi í borðið til skaldið, Jóanes Nielsen, sum yrkir so vakurt um Boga og allar nýføðingarnar, ið hóast alt gjørdust so frægt mentir, at teir hættaðu sær úr móðurlívi.
Í Dánjals bók lesa vit um Nebukadnezar, sum lá uppi í rekkjuni og droymdi dreymar, ið loyptu ekka á hann. Dánjal fekk megina at týða teir. Kendast er myndin um kolossin á leirfótum. Høvdið úr skírum gulli, bróstið og armarnir av silvuri og kviðurin og lendarnir av kopari. Knappliga losnaði steinur, ið rakti standmyndina á føturnar, ið vóru úr jarni og leiri, og smildraði teir. Tá muldist alt, og varð eins og sáður á treskivølli um summarið, vindurin foykti tað burtur.
Í fólkatali eru Føroyar fram ímóti at vera karvaðar sundur í tveir eins stórar partar. Havnin og hennara miðstaðarøki aðrumegin og bygdirnar hinumegin. Hetta gevur eitt slag av kappingarstøðu. Eisini í ítróttini. Tí kundi tað verið hóskandi, at farið undir húðina á uppdriftunum, sum halda hesum, á mangan hátt ymisku samfeløgum, flótandi í sævarmálanum. Upp á seg stóri umsitingarbýurin, har danska ríkisveitingin regnar niður í fóðrið á øllum tí sum orkar at vera frammi, og so bygdirnar, har primerlunnarnir vera lagdir hvønn dag, fyri at nógmikið av meteriu skal vera til eitt siviliserað vælferðarsamfelag.
Setir tú gradistokkin inn í endan á báðum uppdriftunum, so varnast tú skjótt ein kosmetiskan mun, sum helst hevur jørðildið í beinagrindini og merginum. Vetrarítróttin er komin fram at endamørkum. Hetta er ítrótturin har idealisman og filantropi´in er megin, sosiala styrkin í felagsskapinum sigrar, og bygdirnar hava vunnið næstan alt. Strandingar og mjáurnar eystafyri Djúpini steypini í hondbólti, klaksvíkingar, miðvingar og fuglfirðingar flogbóltin, klaksvíkingar telvingina, eysturoyingar í broddi fylkingar í svimjingini og helst vinna vestmenningar krúnuna í hondbóltinum. Spjaddu bygdasamfeløgini hava prendre la téte, ímeðan hin helvtin, násavnaði blokkurin á miðjuni, stendur sum ryssa yvir deyðum fyli. Eisini í kappróðrinum summarhálvuna, har klaksvíkingar og eysturoyingar geva hvør øðrum ein skarpan gang.
Og tó, sigur onkur metrosexuellur helst, bíða nú eftir Formuladeildini, sum fer av bakka um skamma stund. Har plaga havnarfeløgini at standa teimum flestu kurl. At liggja í oddi. Man tað nú ikki vera avleidd megi úr omanfyrinevnda blokkstuðli, transformerður ígjøgnum kvarnir, har danskar pylsur verða skivaðar í salami, yvir í uppkeyp av bóltkreminum úr bygdafeløgunum? Lættligt at hugna sær um summarið á leikvøllum, táið alt kemur tær so fittliga upp í hendurnar.
Niðurstøðan má vera, um eg eri á rættari leið, at vit hava fingið eitt skisma ímillum kapital og ítrótt. Eina skeiklan. Uppdriftin á bygd er munin fremri, tað sæst táið javnstøða er í fyritreytunum. Í fótbóltinum, sum er vorðin ein handilsvøra meira enn ítróttur, eftirhondini, liggur munurin bara í donsku subsidiu´num, sum regna niður á Vaglið og feløgini í námind av tí. Sponsoratini, ringvirkningurin, forplantar seg av sær sjálvum niðan í Gundadal.
Nebukadnezar gjørdist í byrjanini so sintur, av at ongin kundi týða dreymar hansara, at hann bað menn um at drepa allar hesar hjálparleysu vísmenninar í Bábel. Ið onki dugdu til. Vónandi líði eg ikki somu lagnu av hesum provokerandi bygdasjónarmiði, men okkurt bendir á, at alt sum stendur á, og leggur sær lívið til rættis samsvarandi fremmandari fíggjarorku, sum ikki er skapt í lógvum og høvdi fólksins, fær somu lagnu sum kolossurin á leirfótum. Ein lítil steinur feldi hin stóra bulin úr alskins glimmuri. Hetta er søgan umaftur um mannin, sum bygdi hús síni á sand, og um akilleshælin, sum brast í avgerandi løtu. Kanska reisir ein uppdrift seg úr øskuni í Havn, sum fuglurin Fønix, táið danska almannahjálpin er skvisað burtur endaliga, og føroyingurin umsíðir hevur hættað sær úr móðirlívi. Vøddarnir plaga at vaksa í andróðri, og tá fara bygdirnar kanska at fáa ta kapping, sum tær við tíðini hava tørv á, skula tær eisini menna seg uppaftur meira á leiðini niðan á tindarnar.