Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Belgia ofta partur av yvirgangi

Helgi Abrahamsen

Seinastu tvey árini hevur Belgia verið partur av fleiri yvirgangsatsóknum.

  • Í mai 2014 blivu fýra persónar dripnir av skotum á einum jødiskum savni í Brússel.
  • Fleiri vápn, ið vórðu nýtt í álopinum á blaðið Charlie Hebdo í Paris í januar 2015, stavaðu frá einum belgiskum vápnahandilsmanni í býnum Charleroi.
  • Í januar 2015 gjørdi løgreglan í Belgia eitt átak í fleiri býum móti einum bólki, sum var hildin at fyrireika eitt umfatandi álop.
  • Í august 2015 var ein maður á veg í tokið frá Brússel til Paris. Hann var vápnaður við knívi og fleiri skotvápnum, men varð avmannaður í tokinum.
  • Í minsta lagið tríggir av gerningsmonnunum sum stóðu aftanfyri álopini í Paris tann 13. november 2015, har 130 fólk doyðu, høvdu tilknýti til Belgia.
  • Mikudagin 15. mars 2016 fór løgreglan undir eitt stórt átak í býarpartinum Molenbeek í Brússel, og fríggjadagin 18. mars bleiv Salah Abdeslam handtikin.

Álopini á flogvøllinum og metrostøðini í Brússel í morgun eru sostatt liður í eini langari røð av yvirgangsatsóknum og ætlanum um atsóknir, ið hava tilknýti til Belgia.