Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Belgia-USA er stóri dysturin

Jákup Ósá

HM tipping: Tað er ikki vist, at Belgia fær tað so lætt móti USA, hóast teir á manningarsíðuni eru klassar betri.

Tippararnir í dag vænta ein sera spennandi dyst millum Belgia og USA í kvøld. Í dag grundgevur Kristian Joensen soleiðis:


Argentina – Sveis: Argentina hevði tað ikki lætt í bólkaspælinum, har teir ongan dyst vunnu við meir enn einum málið, álopið er tað ið skal bera teir fram, meðan verjan haltar. Sveis knekkaði gott nokk móti Fraklandi, men annars plaga teir at hana eina stinna verju, eg vænti ein spennandi og javnan dyst. Um veðrið lovar tí og tað ikki verður ov heitt fyri europearnir, so verður tað X her.

Belgia – USA: Belgia hevur – sjálvt um teir hava vunnið allar dystirnar – skuffað. Teirra spæl hongur als ikki saman og eru teir nemmir at demma upp fyri, tí tað gongur so seint. USA hevur hjarta og viljan við í spælinum, sjálvt um ongar stjørnur eru á liðnum. Eg vænti ein X, men USA kemur víðari.

Eg tippi í dag:

Argentina – Sveis: X (Odds: 4.20)

Belgia – USA X (Odds: 3.40)

Eg satsi í dag: 

Argentina – Sveis 2-2 (Odds: 18,0)

Hinir tippa

Ragnar Joensen:

Argentina-Sveis 1

Belgia-USA x

Regin Sivertsen:

Argentina-Sveis 1

Belgia-USA 1

Støðan:

1. Regin Sivertsen 32 stig

2. Kristian Joensen 28 stig

3. Ragnar Joensen 26 stig

Vinningur:

Teir tríggir tippararnir kappast innanhýsis um eitt gávukort á 1000 kr. frá Kiosk Vár í Klaksvík. Tað er í Kiosk Vár, at tippast kann hjá Danske Spil, har odds tølini eru tikin.

Harleywoodpaint