Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BENJAMIN – Eitt føroyskt stjørnuskot á Keypmannahavn!

Tíðindaskriv

Knút Duo hitar upp. Fríggjadagin tann 3. mai kl. 21.30 (dyrnar lata upp kl. 21)

Knút Duo hitar upp. Fríggjadagin tann 3. mai kl. 21.30 (dyrnar lata upp kl. 21)

Í løtuni lýsir føroyski Benjamin sum eitt stjørnuskot á tí Norðuratlantiska himmalinum, men lesur tú stjørnurnar rætt, so er ikki leingi, áðrenn hann eisini glógvar longri suðuri!

Tað er í samband við eina longri rundferð í Europa og eina altjóða fløguútgávu, at Benjamin framførir á Norðurbryggjuni í Christianshavn saman við sínum trúføstu fylgjusveinum, Mikael Blak (bass/keyboard) og Jan Rúna Poulsen (trummur).

Á samband við Evropa-rundferðina var fløga hjá Benjamin ummæld í týska blaðnum Rolling Stone, ið skrivar, at “Ghost with Skin” ist ein klasse Album”.

Tá Benjamin fer á pallin á Norðurbryggjuni, er tað hansara fyrsta framførsla í Keypmannahavn, og leygardagin verður hann harafturat at hoyra á Spotfestivalinum í Århus.

Sølan av atgongumerkjum er byrjað.