Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bergtóra brennur fyri broytingum

(Norðlýsið – Tíðindi)

Ongar mammur á tingi. Fyri 30 árum síðani ringdi ein smágenta á arbeiðsplássið hjá mammu síni.

Hon segði, hvør hon var, og spurdi eftir mammu síni. “Her arbeiða ongar mammur”, var fáorðaða svarið, hon fekk, áðrenn hornið varð lagt á. Hann, ið svaraði, hevði ikki givið gætur, at ein mamma var komin til arbeiðis. Árið var 1978 og mamman var Karin Kjølbro, sum tá ið dóttirin Bergtóra var 7 ára gomul, varð vald á ting sum ein av fyrstu fólkavaldu kvinnunum Føroyum.

Politikk inn við móðurmjólkini
Bergtóra stillar upp fyri Tjóðveldi. Hon hevur ongantíð ivast í, at tað er her, hon politiskt hoyrir heima. Abbi Bergtóru, Hanus Debes Joensen, var við til at stovna Tjóðveldisflokkin. Og mamman, Karin Kjølbro, var ein av fyrstu fólkavaldu kvinnunum á tingi, eisini fyri Tjóðveldsiflokkin.

Bergtóra hevur fingið inn við móðurmjólkini, at kvinnur kunnu, duga og eiga at vera við til at taka ábyrgd, eisini uttanfyri heimið. Hon er errin av mammu síni, sum hon sær sum eina góða fyrimynd og ein slóðbrótara, bæði kvinnupolitiskt og sosialpolitiskt.

Tá ið Bergtóra sum ung gekk í býnum, upplivdi hon av og á, at onkur bríkslaði henni okkurt, sum var partur av politiska arbeiðinum hjá mammu hennara. Bergtóra heldur, at slíkar hendingar hava gjørt, at hon hevur kent seg noydda at søkja vitan um politikk og at taka støðu. Hetta hevur so aftur givið henni áhuga fyri og vitan um politisk viðurskifti.

Fjølbroyttari politiskar avgerðir
Bergtóra saknar fleiri litbrigdi í politiska kjakinum í dagsins Føroyum. Eisini heldur hon, at politisku raðfestingarnar í alt ov stóran mun eru merktar av, at nógv tann størsti parturin av landsins kosnu hoyrir til eitt lið av hálvgomlum monnum. “Fyri at gróðrarbotnur skal vera fyri tí best møguliga samfelagnum, eiga allir partar av samfelagnum at vera umboðaðir, tá ið politiskar avgerðir skulu takast”, heldur Bergtóra. Karin Kjølbro er samd. “Vónandi kann Bergtóra, saman við nógvum øðrum kvinnum, tøða jørðildið, so at javnstøðu-spurningurin einaferð missir sítt løtubæri”, sigur Karin Kjølbro.

Blómur og spark
Karin Kjølbro skar ikki alt fyri eitt í fagnaðarróp, tá ið Bergtóra tók avgerð um at royna seg sum valevni. “Sum fyrsta og einasta kvinnan á einum arbeiðsplássi, har atgond fyri konufólk var óhugsandi, til eg kom inn, havi eg stundum upplivað nógvar bondskar viðmerkingar, sum viðvíktu bæði mínum kyni og mínari familju. Mín hjávera provokeraði tingmenninar. Lukkutíð er hetta ikki longur soleiðis, men politikkur er bæði blómur og spark, og Bergtóra noyðist sjálvandi at gera sær sínar egnu royndir”. Og Karin Kjølbro er sannførd um, at dóttirin hevur tað í sær, sum skal til. Tí er hennara fulli stuðul til Bergtóru sjálvsagdur.

Hugurin at gera mun
Men hvussu heldur Karin Kjølbro, at dóttir hennara kann gera mun í politikki? Sambært Karini er Bergtóra ein eldsál, sum hevur ein brennandi áhuga í at ávirka samfelagið. Hon kann vera við til at gera kvinnur sjónligar og til at arbeiða til frama fyri teimum samfelagsbólkum, sum hava tørv á eini sterkari rødd, har politiska dagskráin verður sett. Karin sær dóttur sína sum ein persón við eini sterkari rættvísiskenslu. Hon hevur góð innlivingarevni, og so er hon áhaldin, ja enntá treisk. “Bergtóra er arbeiðssom. Hon gevst ikki, fyrrenn hon hevur úrslit at vísa á. Og við einum hugsanarhátti, sum er alt annað enn vanabundin, haldi eg, at hon kann avrika ein heilan hóp, eisini í politiska umhvørvinum”, heldur Karin Kjølbro.

Bergtóra sigur sjálv, at hon brennur fyri at kunna ávirka. “Eg kundi sitið hendur í favn og grenjað. Men tað havi eg als ikki tol til. Eg velji tí at bróta upp um armar og fara eftir møguleikanum fyri at fáa atgongd til beinleiðis ávirkan á tey mongu viðurskiftini í samfelagnum, sum kundu verið nógv betri skipað”, sigur Bergtóra, sum fegin vil gera mun.

Orka til avlops
Bergtóra hevur nógva orku. Tað merkir tú beinanvegin. Og hesa orku hevur hon brúkt á ein virknan hátt. Hon hevur altíð arbeitt við ymiskum sjálvbodnum arbeiði. Meðan hon var undir útbúgving í Keypmannahavn, arbeiddi hon sum sjálvboðin á AIDS-linjuni og við sálarsjúkum. Heimkomin hevur hon við síðuna av sínum dagliga yrki verið forkvinna í sosialráðgevarafelagnum.

Bergtóra er væl vitandi um, at tann demokratiska prosessin kann taka tíð. Men hevur hon tol til hetta slagið av arbeiði? Bergtóra sigur, at hon virðir politisku spælireglurnar, men at hon á ongan hátt er rødd fyri at mýkja hesar reglur. “Eg tori og dugi at undra meg, og at seta spurningar. Nógvar og opnar. Við at seta spurningar ber ofta til at seta eina prosess ígongd, og harvið fáa tingini at flyta seg og skapa broytingar, ið kunnu vera neyðugar og ynskiligar”, sigur Bergtóra.

Lívsins skuggasíða
Bergtóra er sosialráðgevi, ein útbúgving hon hevur til felags við mammu sína. Báðar hava tær havt sína yrkisleið millum fólk, sum hava upplivað eina ómilda lagnu. Hesar arbeiðsroyndir hava givið Bergtóru ein grundleggjandi kunnleika til, hvussu verandi lógarkarmar kunnu broytast til tað betra á økjum, sum viðvíkja eitt nú sálarliga sjúkum og arbeiðsmarknaði, og menniskjum, ið hava sosialar trupulleikar yvirhøvur.

Bergtóra hevur eitt brennandi ynski um at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum eru verri fyri enn tey flestu, eitt nú sálarsjúk og stakir uppihaldarar.

Stakir uppihaldarar eru millum teir bólkar í samfelagnum, sum eiga eitt serstakt pláss í hjartanum hjá Bergtóru. “At fáa endarnar at røkka saman við einari inntøku, sum kanska ikki er serliga høg, og samstundis at skula hava ta neyðugu orkuna til børnini, er eitt ómenniskjansligt stríð. Tey standa einsamøll við ábyrgdini av týdningarmiklastu rávøruni vit eiga, meðan vit onnur eru tvey um hesa ómetaliga stóru ábyrgdina. Hesin samfelagsbólkur má og skal hava betri sømdir í samfelagnum”, sigur Bergtóra avgjørd á málinum.

Sjálvstøðug sjómanskona
Bergtóra er sjómanskona, ein liviháttur sum hon hevur til felags við nógvar føroyskar kvinnur. Sjómanskonur standa einsamallar við ábyrgdini av húsi og heimi, meðan maðurin er burtur. “Sum sjómanskona ert tú mangan noydd at taka neyðugar avgerðir her og nú. Tú verður sjálvstøðug og virkisfús, tí at tú veitst, at gerandisdagurin hjá børnunum er tín ábyrgd”. Hesir førleikar og hesar royndir eru avgjørt viðkomandi í politikki, har evnini at taka avgerð og at hugsa sjálvstøðugt eru týdningarmikil.

Til verka alt fyri eitt
“Eg fari til verka alt fyri eitt, verði eg vald. Eg eri ikki bláoygd, og eg veit væl, at tað tekur tíð at finna fram til politiskar semjur. Men tað skal valdast”, heldur Bergtóra, sum undrast á, at talið á uppskotum, sum skuldu hurrast ígjøgnum í seinastu løtu, áðrenn val varð útskrivað, var so stórt í mun til talið á uppskotum, sum eru komin ígjøgnum restina av valskeiðnum. Tá ið vit hugsa um, at samsýningin fyri at sita í løgtinginum leggur upp til, at hetta er eitt fulltíðarstarv, er hetta úrslitið ikki nøktandi, heldur Bergtóra. Hon harmast eisini um øll tey góðu uppskotini, serliga á almannaøkinum, sum fullu burtur, eftir at valið varð útskrivað.

“Eg veit, at eg havi nógv at læra”, sigur Bergtóra við síni eyðkendu, ágrýtnu rødd. “Og eg gleði meg til at sleppa til verka”.