Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bergtóra Hanusardóttir heiðrað á Landsbókasavninum 15. november

Søvn Landsins

Í sambandi við at Bergtóra Hanusardóttir fyllir 70 ár hevur Landsbókasavnið alment tiltak týsdagin 15. november kl. 17.00, har Bergtóra verður heiðrað.

Á tiltakinum hevur Hanus Kamban framløgu um ritverk hjá Bergtóru, Gunnvá Zachariassen lesur upp úr úrvaldum útgávum og síðani framførur sangbólkurin Kata føroyskar sangir. Eisini bjóðar Landsbókasavnið kaffi/te, køkur og frukt. – Tiltakið verður í hølunum hjá Landsbókasavninum í J.C. Svabosgøtu 16. Øll eru vælkomin.