Hóast Norðlýsið hevur fingið greiða ábending um hvønn Bergur stuðlar til Bispavali so vil presturin ikki alment siga sína meining – sambart blaðnum Trúboðin
Vit sitera Trúboðan
Veljarin skal vera fríur frá mínari meining
Bergur Debes Joensen, sum fekk triðflestar atkvøður á bispavalinum, er í Afrika í løtuni, har hann sigur seg stórtrívast saman við familjuni.
Norðlýsið vil vera við, at keldur, sum standa prestinum nær siga, at eingin ivi er um, at Bergur fer at stuðla Jógvan Friðrikson.
– Til tað havi eg onga viðmerking. Tá eg fekk áheitanina um at stilla upp, gjørdi eg mær sjálvum greitt, at eg ikki vildi gera tann feil, sum aðrir hava gjørt og vísa til nakað av valevnunum. Tað forðar demokratinum og mínir veljarar skulu verða púra fríir frá mínari meining. Eg kenni báðar væl og haldi nógv av teimum báðum, sigur Bergur í stuttari viðmerking til Trúboðan.
sitat endar
——
Hóast Bergur alment ikki vil siga hvørjum veljarar hansara skullu stuðla, so heldur Norðlýsið fast við, at upplýsingarnir um at Bergur fer at stuðla Fríðrikson eru á góðari leið.




