Tað er vist at Bergur Debes Joensen fer at atkvøða fyri Jógvan Fríðrikson
Bergur Debes Joensen, sum fekk triðflestar atkvøður í bispavalinum er í Afrika í løtuni og tí hevur tað ikki eydnast okkum at fáa fatur á honum.
Men keldur, sum standa prestinum nær siga fyri Norðlýsinum, at eingin ivi er um at Bergur Debes Joensen fer at stuðla Jógvan Fríðrikson.




