Bergur Jacobsen, sum hevur verið prestur í Danmark í nógv ár, hugleiddi í meir enn fullsettari Smæruni um, hvussu var at vaksa upp á Stongunum og um barnaminnir hagani “Áðrenn tað var farligt at vera barn”, sum hann tók til.
Hann byrjaði við at greiða frá, hvussu børn ofta stóðu tjóraði uttanfyri húsini, so tey ikki reikaðu ov langt, og um hvussu mammurnar, annars ikki sluppu at halda hús, vaska klæðir og matgerða uttan hesa loysn, sum í dag helst hevði verið steðgað av myndugleikunum, sum vandafull og skaðilig. Tó metti Bergur ikki, at tey høvdu fingið skaða.
Menninir vóru sum oftast burtur við skipi, arbeiddu á fiskavirkunum, bedingini ella aðra staðni.
Bergur er góður frásøgumaður og eygleiðari. Hann fortaldi hópin av søgum, um hvagar hann hevði ferðast sum smádrongur runt um á virkjunum og handlunum á Stongunum og har um vegir, og hvat hann varðnaðist eftir ferðum sínum.
Bergur nevndi, at tað var rættiliga staðbundi hvaðani tú vart og tú mátti ikki uttan víðari fara inn á “fremmand øki”, so sum út í Víkarnar – Tá tók hann og dreingirnir, hann fylgdist við heldur ferguna yvir um, fyri ikki at falla í ónáðir í t.d. Víkunum. Tí víkadreingir vardu sítt “territorium” við harðari hond. Bergur hugleiddi um, tá ið hann onkuntíð fór longur heim – til Olafsabrúgv og handilin hjá Olafi – ein stovnur, ið var verdur eina uppliving. Olafsabrúgv hevði neyvan uppfylt tey trygdarkrøv, sum nú eru ásett til ferðafólk í dag, ei heldur hevði Emmanuel gjørt tað.
Hesin gott tjúgu tonsarin, Emmanuel var trúfasta og álítandi lívsæðrin hjá teimum eystan Múla. Á dekkinum vóru bæði kríatúr og fólk, eisini livandi kríatúr, mjólkadunkar, pakkar og annað. Ikki besta far eftir nútíðar meti, men tað var tað besta inntil Másin nógv ár seinni loysti hann av.
Tað segðist, at tað var altíð ljós at síggja hjá Olafi, so onkur var uppi. Tey høvdu eisini bakarí, og bakararnir eru jú tíðliga á fótum, so har var altíð fólk uppi. Og hetta koma væl við hjá útróðrarmonnunum, tí manglaðu teir okkurt – um tað var á nátt ella á degi, so var bara at fara til Olaf at banka uppá – Ja, hetta var enntá áðrenn “Seven-Eleven” var uppfunnið.
Bergur hevði nógv at siga frá og eisini sang ein kvartett við Gerhardi Tróndheim, Eyðuni Jacobsen, Janusi Jacobsen og Henny Gerðalíð – eisini var boðið til kaffi og gott prát aftaná.
Tað var av tí heilt nógva av fólki til hugnaligu og áhugaverdu løtuna í Smæruni, sum var partur av Torraskránni – eini 120 fólk.




