Nógv børn og ung í Føroyum liva við sváru sorgini yvir at hava mist foreldur ella systkin. Berin hevur seinastu 10 árini, givið teimum møguleika at hitta onnur í somu støðu til prát og samveru í sjálvhjálparbólkum. At hitta onnur, sum sjálvi kenna til at hava mist og upplivað stóra sorg, vísir seg at vera ein sera góður stuðul í sorgini.
Nógv børn og ung í Føroyum liva við sváru sorgini yvir at hava mist foreldur ella systkin. Berin hevur seinastu 10 árini, givið teimum møguleika at hitta onnur í somu støðu til prát og samveru í sjálvhjálparbólkum. At hitta onnur, sum sjálvi kenna til at hava mist og upplivað stóra sorg, vísir seg at vera ein sera góður stuðul í sorgini.
Nøkur citat frá børnum og ungum, ið hava gingið í bólki hjá Beranum gjøgnum hesi 10 árini lýsa væl, hvussu týdningarmikið tað er, at møtast við øðrum í líknandi støðu :
– Tann kenslan, at vita at tað vóru onnur ung, sum vóru í somu støðu sum eg, var ein troyst í sær sjálvum.
– Tað var ein góð kensla, at tað vóru fólk rundan um meg, sum ikki royndu at troysta, men sum bara vóru til staðar og lurtaðu og uttan at gera nakað sum helst, vóru ein stór hjálp.
– Eg tosaði við ung fólk, ið skiltu meg.
– At koma saman við ungum fólki, sum eg ikki kendi, men sum eg allíkavæl hevði so nógv til felags við.
– Øll, sum hava mist ein, skuldu farið í Beran og prøva tað. Tað hjálpir sera nógv!
– Tá eg mistið beiggja mín føldist tað sum um eg var tann einasta, ið nakrantíð hevði mist, tí eg kendi ongan annan, ið hevði roynt tað sama sum eg, tískil føldi eg nógv einsemi. Tann dagin eg skuldi byrja í sjálvhjálparbólki hjá Beranum tordi eg ikki inn og eg helt tað eisini vera sera løgið at skula sita og tosa um at missa í 3 tímar. Men soleiðis var ikki. Vit hugnaðu okkum fyrst, so at tosa og út at spæla fótbólt. Eg fall til beinanvegin og hevði vilja mælt øllum børnum og ungum í Føroyum, sum hava mist, um at leita sær hjálp hjá Beranum.
Konsert við Eivør, Hanusi o.ø.
Í samband við10 ára-haldið, verður skipað fyri konsert, har høvið bæði verður at hoyra góðan, fjølbroyttan tónleik og samstundis at stuðla arbeiðinum í Beranum. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum 16.mars kl 19.. Tað verða Døgg Nónsgjógv og barnaúrvalskórið Cantus, sum leggja fyri við nøkrum løgum. Síðani verða tað Hanus G.Johansen og Eivør Pálsdóttir, sum eiga pallin restina av kvøldinum. Atgongumerki eru at fáa á www.nlh.fo Konsertin skal varpa ljós á tilboðið hjá Beranum og er samstundis eitt innsavningarátak til frama fyri framhaldandi arbeiðið hjá Beranum. Allur innkomin peningur fer óskerdur til virksemið í Beranum.




