Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Berin er ein sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin.

Tíðindaskriv

Nýggj bólkaskeið byrja hálva hvørt ár, um ársskiftið og eftir summarfrítíðina.

Berin er ein sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin.

Nýggir bólkar byrja aftur í septembur.

Nýggj bólkaskeið byrja hálva hvørt ár, um ársskiftið og eftir summarfrítíðina.

Endamálið við Beranum er at savna børn og ung, ið hava mist, og at geva teimum rúm til at møta øðrum børnum/ungum í somu støðu. Harumframt at stuðla teimum í at seta orð á kenslur og tankar, ið eru knýtt at sorgini. Á henda hátt hava tey sum frálíður størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum.

Børnini og tey ungu møtast annan hvønn mikudag kl. 16-18.

Higartil hava uml. 300 børn og ung ymsa staðni úr Føroyum verið við.

Afturmeldingarnar frá teimum, ið hava verið knýtt at Beranum, hava verið sera positivar. Tað, sum børnini/tey ungu, fyrst og fremst leggja dent á, er, at tey kenna seg ógvuliga einsamallan við sorgini, og at tað gevur teimum nógv at møta øðrum javnaldrum í líknandi støðu. Í einum slíkum felagsskapi uppliva tey, at tað eru onnur í veruliga skilja tey. Hetta er við til at gera tey meira opin fyri at seta orð á truplar tankar og kenslur, sum tey annars byrgja innan í sær sjálvum, og brynjar tey til at koma víðari.

Áhuga kunnu fáa meira at vita við at ringja til Beran, yrkadagar frá kl. 10 til kl. 13, á t.l.f. 222993. Skrivað ein teldupost til info@berin.fo og lesa meira á heimasíðuna hjá Beranum www.berin.fo