Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Berin og Felagið Pinkubarnadeyði hava stuðulstiltak

Helgi Abrahamsen

”Gloym meg ei”, er heitið á stuðulstiltaki, sum Berin og Felagið Pinkubarnadeyði skipa fyri, sunnudagin kl. 16, í Reinsarínum við Tórsgøtu í Havn.

”Tiltakið verður skipað sum ein hugnalig og avslappandi løta við tónleiki og hugleiðingum,” sigur Felagið Pinkubarnadeyði.

Vegna stigtakararnar fer Oddvør Poulsen, leiðari, at siga nøkur orð og Eyðun Christiansen fer eisini at greiða frá, hvussu Berin hjálpti hansara familju, tá tey mistu eitt barn.

Tey ið fara at framføra tónleik verða:

Jessica Hallursdóttir Joensen

Jens Marni Hansen

Tummas Eivind og Hans Arni við bólki

og Elinborg Pálsdóttir.

Kaffi, te og kaka verða at fáa.

Feløgini løgd saman

Falagið Pinkubarnadeyði hevur í nógv ár verið eitt sjálvstøðugt felag, sum millum annað hevur skipað fyri eini árligari gudstænastu til minnis um pinkubørn sum eru deyð.

Endamálið við felagnum hevur verið at hjálpa teimum sum hava mist pinkubørn og at geva teimum møguleika at koma saman við øðrum, sum eru í somu støðu. Tað hevur tó verið ógvuliga tungt at rikið felagið, og tí hevur Berin tikið yvir, soleiðis at Felagið Pinkubarnadeyði nú er undir Beranum.

Kostnaðurin fyri at verða við til tiltakið sunnudagin verður 50 krónur. Børn yngri enn 12 ár skulu ikki rinda.

Umframt atgongumerki verður eisini høvi at stuðla feløgunum við at lata eina peningagávu.

Peningurin sum kemur inn, fer óskerdur til at gera upplýsandi tilfar til foreldur ið missa pinkubørn, og til avvarðandi teirra.