Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Berlinske Tidende til grin

John William Joensen

Leygardagin segði blaðið, at tað var vist at olja var funnin, men nú sigur blaðið at tað var bara gass

Tann annars so høgt metti Berlingarin hevur í sambandi við oljuleitingina hjá Statoilsamtakinum rættuliga skitið í oljudansin.

Um hetta var gjørt av reinum dugnaloysi ella tilvita kann ein bara gita um, men tað eru ábendingar um bæði.

Kursurin á Altantskolvetni
Leygardagin bórust tíðindini um stórar nøgdir av olju við Føroyar, og tá fíggjarmarknaðirnir í Íslandi og Keypmannahavn lótu upp í gjár, hækkaði virðið á partabrøvum hjá Atlantskollvetni heili 11%.

Men síðani tað gjørdist greitt, at eingin olja var funnin er kursurin lækkaður, soleiðis at hann í løtuni er komin niður á tað hann var áðrenn tíðindini bórust í Berlingaranum.

Dugnaloysi?
So er spurningurin um tíðindini í Berligaranum vóru tikin úr leysari luft, ella um onkur hevur havt áhugað í at markera seg á børsinum í Keypmannahavn mánadagin.

Norðlýsið hevur roynt at fingið viðmerking frá Bent Sørensen, blaðmanni á Berlingaranum, men enn hevur tað ikki eydnast okkum.

Hann skrivar tó á heimasíðuni hjá Berlingarnum nú á middegi, at sambart Bjarna Djurholm, løgmanni, er eingin olja funnin, men bert smáar nøgdir av gassi.

Niðurstøðan
er kanska, at tá man ikki veit hvør er løgmaður í Føroyum, so veit ein neyvan heldur serliga nógv um hvat býr í føroysku undirgrundini.

Í øllum førum vístu tíðindini í Sosialinum fyri 10 døgum síðan seg at vera álítandi meðan Berlingarin var til grin.

Meira seinri