Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bert ein útmelding afturat frá løgmanni

John William Joensen

– Tað sum man vil nú er at halda fram við óstabilitetinum og tað er óseriøst – men løgmaður er av einari ella aðrari orðsøk sinnaður at gera tað.

Formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgin Niclasen, sigur at løgmaður hevu meiriluta fyri at vera sitandi – men ikki fyri at føra politikk. 

– Út frá tí leikinum sum er farin fram seinastu dagarnar er hetta ein margháttlig niðurstøða.

– Tað er rætt at samgongan við hjálp frá Sjálvstýrinum hevur meirluta í løgtinginum at verða sitandi.

– Men veruleikin er at teir hava ikki meiriluta fyri politikkinum – sum teir ætlað at føra – og tí fara vit inn í eitt tíðarskeið við framhaldandi politiskum óstabiliteti – og tí er útmeldingin hjá løgmanni lítið og einki verd.