Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bert eitt fólk eftir í Hattarvík

Oliver Joensen

Tá tyrlan fer úr Hattarvík ídag, er bert ein 82 ára gamal maður eftir í bygdini, og tað er ikki hent áður.

Símun Gullaksen, sum er bóndi í Hattarvík verður einsamallur eftir í bygdini tá tyrlan hevur lætt hagani ídag. Í stuttari samrøðu segði Símun okkum, at tað kennist løgið. Hóast eg bert verið einsamallur stutta tíð, so sigur hetta nakað um hvussu statt er her. Alt fólkið, sum her býr er gamalt, eitt konufólk hevur verið í bygdini og onki barn, so fáa vit ikki tilflytarar, so doyr bygdin skjótt út.
Tá vit spyrja Símun hvussu várið hevur verið sigur hann, at veðrið skikkaði sær væl undir lembingini og nú er nakað av gróðuri í haganum, so seyðurin er væl fyri. Eg haldi, sigur Símun, at menn gera meira burturúr seyðinum nú ongin kúgv er, so seyðurin hevur tað gott haldið eg.