Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bert EITT lið er millum KÍ og Sutjeska á styrkislistanum

Norðlýsið

Ein styrkislisti sigur ikki alt, tað sóðu vit mikudagin á Djúpumýru. Men liðið sum KÍ skal møta í Conference League liggur bert tvey pláss frammanfyri KÍ.

Meðan KÍ liggur nummar 203 á styrkislistanum hjá UEFA, so liggur Sutjeska (Montenegro) á plássi nummar 201. Tað er bert FC Shakhtyor Soligorsk, sum kemur úr Hvítaruslandi, ið liggur millum liðini bæði.

Verður hugt eftir hvussu nógv stig liðini hava á listanum hjá UEFA, so hava øll hesi trý liðini eins stigatal – nevniliga 6.250 stig.

So kappingin er heilt jøvn og má metast sum eitt sindur javnari kapping enn Bodø, hóast føroysk lið ofta hava havt tað trupult móti slíkum liðum.

Eftir ein sannførandi sigur mikudagin, kann hetta hava givið KÍ-leikarunum neyðuga sjálvsálitið til at fáa ein sigur hús. Tó siga forsøgnirar, at hitin mikudagin fer at liggja um 27 hitastig, tá tað er heitast, og tað kann vera ein fyrimunir fyri heimaliðið.

Annars er eisini áhugavert, at sambært Transfermarkt.de er virði á liðunum mett soleiðis:

Bodø – 15 milliónir pund
Sutjeska – 3,6 milliónir pund
KÍ – 2,5 milliónir pund

KÍ spælar fyrra dystin á útivølli mikudagin 20. juli kl. 20.00 føroyska tíð.