Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bert eitt lot í vikuni

Hanus Kjølbro

Fylgisveinamynd – soleiðis sær lufthavið út í løtuni. Hátrýstøkið er vestan fyri Evropa, og har er klárt og gott veður. Lágtrýstini ferðast vestan og norðan fyri hátrýstøkið, har er ikki klárt, men vindurin er ikki nógvur.

Nú eru bert 3 dagar til Norðoyastevnu. Gjørdi eina roynd í gjár at spáa, hvussu veðrið fer at verða í vikuskiftinum. Onkrar fortreytir eru broyttar eitt sindur, sum hava onkra broyting við sær. Serliga er tað veðrið sunnudagin, sum ikki fer at verða, sum skrivað varð í gjár.

Yvirhøvur er lufthavið stilt um okkara leiðir fyri tíðina. Veik lágtrýst koma ímóti okkum úr Nýfunnlandi. Tey hava eitt sindur av vindi og avfalli við sær. Sera avgerandi fyri ættina her hjá okkum er, hvussu tey eru plaserað um okkara leiðir. Fara tey ímillum Føroyar og Ísland, verður ættin ímillum landsynning og útsynning. Fara lágtrýstini ímillum Føroyar og Hetland, verða norðurættir.

Tað er júst tað, sum er avbjóðandi í løtuni – hvørjumegin Føroyar lágtrýstini fara.

Í dag og í morgin fer ættin at liggja ímillum sunnan og útsynning. Vindferðin um 5 m/s. Tað fer at skifta ímillum at vera skýggjað, sólglottar, regnæl og/ella sirm.

Fríggjadagin fer ættin at vera ímillum sunnan og landsynning – um 5 m/s. Sólglottar og turt veður fyri tað mesta. Har sum ættin er góð, fer hitin upp í eini 15 stig. Støðini í Føroyum, har sum ættin ikki er so góð, kann væntast mjørki.

Leygardagin er ættin sunnan og/ella útsynningur-sunnan – sama vindferð sum hinar dagarnar, umleið 5 m/s. Ein kuldabrúgv við regni fer framvið um morgunin ella fyrrapartin. Eftir tað verður gott veður.

Sunnudagin verður høgætt. Ein hátrýstryggur stingur seg upp ímóti okkum úr vestara parti av Norðuratlantshavi sum sendir lágtrýstið ímóti Hetlandi – tí verður høgætt og ikki lágætt, sum spátt varð um í gjár. Vindferðin fer at liggja um 5 m/s, men hitin fer eitt vet niðureftir aftur.

Soleiðis sær út í løtuni.

Dagføring í morgin.