Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bert fá pláss eftir !!!

Hannefía Joensen

Um tú ætlar tær við Alex Sólstein og Norðlýsinum á luxus siglingsferð ið endar í Berlin, so er at gera skjótt av tí nú eru sum sagt bert fá pláss eftir.

Vit sigla framvið endaleysum hvítum sandstrondum, eftir Eystursjónum, framvið oyggjum, sum eitt nú Rügen og inn í Pólland. Niðaneftir kendu marknaðaránni Oder til Stettin og higani eftir kanalini til Berlin.

Úr Føroyum við Norrønu til Esbjerg og við bussi til Stralsund, har vit fara umborð á luxus-hotel-skipið “Sans Souci”.****+

Vit sigla framvið endaleysum hvítum sandstrondum,
eftir Eystursjónum, framvið oyggjum, sum eitt nú Rügen
og inn í Pólland. Niðaneftir kendu marknaðaránni Oder
til Stettin og higani eftir kanalini til Berlin.

SÌ meira um flótandi hotellbátin "Sans Souci" við at trýsta her!

Um tað ikki riggar at trýsta á linjuna omanfyri so er hetta linki http://flussgenuss.cabanova.de/assets/download/Einleitung-Fluss_Genuss_SANS_SOUCI.pdf

Á vegnum verða gjørdar ymiskar áhugaverdar útferðir
til ymisk støð, sum vit sigla framvið.

pr. pers.
Einans

kr. 13.250,-

Við í prísinum:

Ferðin við Norrønu við morgunmati og atgongd til stóru matbuffé’ina á kvøldi

Bussferð frá Esbjerg til Stralsund
og heimaftur við toki úr Berlin

Siglingarferðin við “Sans Souci” **** +

Dubultkamar við sera góðum útsýni

Full pensjón :
Køld og heit morgunmatarbuffé

Frokostur við trimum rættum – antin buffé ella serverað

Um dagin kaffi og te við bakverki afturvið

Døgurði við fýra/fimm rættum

Ábit á kvøldi

Skiparadøgurði og móttøka

Íroknað eru havna- og slúsupengar

Viðføristænasta, tá ferðin byrjar og endar

Livandi tónleikur umborð

Umframt eru eisini nógvir møguleikar at hugna sær umborð:

Bókasavn, sóldekk og eitt stórt hugna og upphaldsrúm við sera góðum útsýni

Eisini er lyft millum dekkini á skipinum

Farið verður við Norrønu 10. september og vit verða aftur á Havnini við Norrønu tann 21. september.

Tilmelding á tel. 456285 ella 25 25 52