Nógv hevur verið frammi í donsku pressuni í seinastuni, um eina kanning, ið er gjørd ímillum fakfelagslimir, har ein av niðurstøðunum er, at á leið fimtahvør kvinna í setanarviðtalu verður spurd um hvørjar ætlanir hon hevur um at fáa sær børn í framtíðini.
Vit hava roynt at spurt okkum fyri hjá fakfeløgum í Føroyum í morgun, men tað bar ikki til at fáa fatur á formonnum, tí vendu vit okkum til Snorra Fjalsbak á lønardeildini hjá fíggjarmálastýrinum, sum títt og ofta er við í samráðingum. Snorri Fjalsbak sigur, at siðvenja er, hjá teimum, at tað er strangliga bannað at spyrja kvinnur í setanarsamrøðum um hvørjar ætlanir tær hava um at fáa sær børn, eins og tað er stangliga bannað at spyrja um politiskar áskoðanir. Men, sigur Snorri Fjalsbak, at hann veit ikki um nakra lóg, sum forbjóðar slíkum.
Les eisini: Ólógliga spurdar um barnaætlanir í hjúnalagnum




