Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bert tvey ár til samanrenning

John William Joensen

Valstríðið upp undir kommunuvalið komandi er byrjað og treyðugt so eru fleiri politikarar, sum koma inn á spurningin um at fyrireika okkum at taka ímóti tí, sum koma skal og eisini at gera samfelag okkara somikið áhugavert, at fólk ikki flyta higani.
Veruleikin er, at norðuroyggjar um tvey ár vera sera tætt knýttar at økinum hinumegin Lorvíksfjørð. Í kjakinum upp undir valið sakna vit eisini hugskot frá okkara politikarum um eina yvirskrift sum kanska líkist hesari: "Fast samband, hvat so?"
Fyri árum síðani, var tankin frammi um kommunusamanlegging tvørtur um Lorvíksfjørð, men tað sýnist sum um hetta orðaskiftið er farið nakað aftur í røðina seinnu árini.
Tað er onki at ivast í, at við Norðoyatunnlinum kann økið Norðoyggjar-Eysturoy gerast ein sterkur avbjóðari til høvuðsstaðarøkið.
Ítøkilig hugskot um, hvat vit í minsta lagið kunnu samstarva um, sjálvt um vit ikki taka kommunusamanlegging við í kjakinum, kundi verið eitt nú ein innandurðafótbóltsvøllur og kanska eitt baðiland við brennistøðina í Lorvík.
Brennistøðin í Lorvík hevur nógvan avlopshita og verður støðin einaferð í framtíðini útbygd, so hevði verið lag á manni at brúkt avlopshitan til eitt stórt baðiland, sum um tað einaferð kemur, helst verður tað einasta í landinum.
Um væl skal fáast burturúr eini høll til innandurðafótbólt, so krevst eisini hiti til hana og eisini her, kundi brennistøðin verið ein góð orkukelda.
Vit eiga longu nú eisini at fara at hugsa um hvørjar møguleikar vit fáa við fasta sambandinum at samstarva tvørtur um kommunumørk og tað er nakað av hesum vit eftirlýsa í kjakinum upp undir valið og hetta átti eftir okkara tykki at verið partur at kjakinum upp undir kommunuvalini báðumegin Norðoyatunnilin.