Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Best hjá børnum, tá pápin er nær

John William Joensen

Børn við positivum pápasambandi hava t.d. færri ósemjur
við løgregluna og liggja hægri í intelegensi

Ein virksom pápamynd elvir til hægri klókskap hjá børnum og heldur tey burtur frá brotsverkum, meðan tey mennast. Hetta kemur til sjóndar í svenskari gransking.

Pápi er tann besti í heiminum. Børn, sum vaksa upp við virksamari og viðkomandi pápamynd, klára seg betri, enn tá tey bert vaksa upp saman við móðrini. Hetta vísir nýggj gransking, greiðir Politiken frá.

Svenskir granskarar frá universitetinum í Uppsala eru farnir ígjøgnum 24 granskingarkanningar í árunum 1987-2007, og her er gott nýtt til pápar. Eitt støðugt pápasamband lækkar møguleikarnar fyri atferðartrupulleikum og sálarsjúkum og styrkir t.d. intellegensin og málsliga menning hjá børnum.

“Okkara yvirlit, kannað út í æsir í menning í meiri enn 20 ár vísir, at børn hava stórt gagn av einum hjáverandi áhugaðum pápa”, sigur dr. Anna Sarkadi frá deildini fyri kvinnunnar og barnanna heilsu á Uppsala Universitetinum við Politiken.

Pápin forðar brotsverkum
Milum gjøgnumførdar feministar hava menn í mong ár borið skyldina fyri ágangandi og brotsligari atferð. Men granskingarúrslitini vísa greitt tað øvugtu.

T.d. sást í fleiri kanningum, at børn, sum høvdu positivt pápasamband, høvdu minni hug til ósemjurvið løgregluna. Hesi náddu eina betri útbúgvingarlegu og mentu hollan vinarskara av øðrum børnum av báðum kynum,” sigur Anna Sarkadi við Politiken.

Tó er ikki gjørligt at staðfesta, hvørt skap fyri pápa-nærleika, neyðugt er fyri at ala upp rætthugsandi børn við góðari heilsu, viðganga granskararnir. Sambært kanningunum kann hetta síggjast út frá samrøðum og pørtum av virksemi til at geva aktivt virksemi við dag til dag-umsorgan fyri barnið.

nj.
Keldu 180grader