Skrivingin hjá teimum ið ikki ynskja eitt valdømi fyrikemur mær at vera rættuliga einsíðug.
Tey flestu eru ímóti, men hava onki boð uppá hvat ið so skal gerast, helst tí tey ikki ynskja nakra broyting. Tað er altíð lætt at vera ímóti, avbjóðingin er, at vísa á loysnir ið flest fólk kunnu semjast um.
Verandi valskipan – fyrimunir og vansar.
Okkara núverandi valskipan er frá 1978, tó eru smávegis broytingar gjørdar síðani, men grundleggjandi skipanin við uppbýti í valdømir er sostatt 29 ára gomul. Ein kann siga at styrkin í verandi skipan er at lokal umboðan er tryggjað við ásetingunum um valdømir og valdømisvald tingfólk.
Hinvegin so hevur verandi skipan nógvar veikleikar. Kendasta dømi er at størsti flokkur ikki av sær sjálvum fær flest tingfólk vald. Eitt annað dømi er, at kvinnurnar ið stilla upp ikki fáa tað umboðan ið talið av atkvøðum ið tær fáa áttu at gjørt. Við løgtingsvalið í 2004 fingu kvinnurnar omanfyri 20 % av atkvøðunum meðan tær bert fingu 9 % av umboðanini (3 limir av 32). Vallógin er heldur ikki soleiðis hátta, at hon tekur hædd fyri broytingar í fólkatalinum millum økini. Tað er ein royndur lutur at tað skulu 2-3 ferðir so nógvar atkvøður til at fáa eitt umboð valt í suðurstreymoy sum á Sandoynni.
Bæði Kvinnusamskipan Føroya og Demokratia heittu á Jacob Vestergaard landstýrismann um at taka atlit til lokala umboðan og kvinnuumboðanina í samband við at samgongan skuldi gera brotyingar í verandi vallóg. Landsstýri kundi ikki semjast um broytingar og landstýrismaðurin avvísti beinanveg at hann vildi taka atlit til kvinnuumboðan í einum uppskoti til broytingar í vallógini. Sum kunnugt er onki broytingaruppskot lagt fram frá landstýrinum.
Eitt valdømi – fyrimunir og vansar.
At lokala umboðanin ikki er tryggja við einum valdømi kann vera bæði ein fyrimunur og ein vansi. Fyrimunur skilt á tann hátt at størri krøv vera sett til tey ið vera vald, tey skulu duga at orða seg sjálvstøðugt og hava ein boðskap. Hetta er langt ífrá altíð galdandi við verandi skipan. Hetta at veljarin kann seta krøv til tey ið stilla upp, haldi eg er eitt pluss fyri fólkaræði og vil heilt víst lyfta støðið á politikkinum longur upp enn tað er í dag.
Um eitt valdømi viðførir eina miðsavnan av hvør ið verður valdur á ting, eri ikki vís í at tað er so, men um tað er so so er tað sera óheppi fyri fólkaræði. Men tað er líka so óheppi at forðingar eru skipanini so vit ikki fáa fleiri kvinnur á ting.
At fara í óðamannaverki 2-3 mánaðir innan eitt løgtingsval at broyta skipanina til eitt valdømi kann vera sera óheppi. Ongin lýsing er av avleiðingunum hvørki positivum ella negativum avleiðingum. Høvdu politikarnir veruliga vilja nakað, so kundi ein t.d minka talið av valdømisvaldum so líðandi td. yvir tvey valskeið. Tó haldi eg at vit skullu varðveita eina lokala umboðan á sama hátt sum vit eiga at strika tær forðingar ið eru fyri at kvinnur kunnu vera valdar. Eitt stig kundi verið beinanveg at samtykt at um ein flokkur hevur tveir listar so telja teir sum ein tá valdømisvaldu umboðini vera tillutað flokkunum. Eitt annað ið kundi verið gjørt beinanveg, var at flokkarnir stillaðu upp í nummarrøð annahvørt valevni maður og annahvørt kvinna.
Niðurstøða
Sum eg síggi støðuna í dag, so hava vit tveir bólkar í hesum spurningi, ein ið ynskir eitt valdømi og ein ið ynskir alt at vera sum er, og tí ikki kemur við nøkrum uppskotum til broytingar. Ein má tí koma til tað niðurstøðu, at tey ið eru ímóti einum valdømi ikki ynskja at krøv skulu setast til tey ið stilla upp, ikki ynskja at rættað upp á skeivleikar í verðandi skipan og ikki ynskja fleiri kvinnur á ting.
Hetta er sera spell og ferð at gera at vit ógvuliga sannlíkt fara at fáa eina valskipan ið bert ein partur av fólkinum kann góðtaka.
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin.
http://heima.olivant.fo/~eydgunn/




