sigur tilráðingin sum norskir serfrøðingar hava latið Landsverk um føroysk flogvallar viðurskifti – men Svínoyggin er ikki kanna
Besta og høgligasta staði í Føroyum at gera flogvøll eru í Søltuvík á Sandoynni.
At byggja 1800 metra flogvøll í Søltuvík kostar umleið 250 milliónir minni enn sami vøllur á Glyvursnesi.
Um landið fer í holt við ein undirsjóartunnil til Sandoynna, so kann gróti brúkat til flogvøllin í Søltuvík og tá verður hann enn bíligari.
Landsverk vísir eisini á at ein 2700 metar langur vøllur á Glyvursnesi kostar 1,8 milliard krónur – men landsverk hevur ikki mett um hvat sami vøllurin kostar í Sandoynni.




