Ongantíð áður hevur niðasta liðið í bestu deildini havt so góða byrjan uppá eina kapping um vit telja síðani 1995, tá liðini byrjaðu at fáa 3 stig fyri hvønn vunnan dyst.
Kappingin í ár í bestu deildini í mansfótbólti hevur verið eitt sindur serlig. Óvanliga nógvir javnleikir og nógv úrslit, har botnliðini taka stig frá teimum bestu. Taka vit tey trý niðastu liðini, so hevur ÍF tikið stig frá bæði Víkingi og HB, Skála hevur tikið stig frá KÍ, HB, NSÍ og B36, meðan EB/Streymur hevur tikið stig frá NSÍ, B36, TB/FC Suðuroy/Royn og HB, har liðið enntá vann móti HB og TB/FC Suðuroy/Royn. Tað er einasta úrslitið higartil, har eitt botn 5 lið hevur vunnið á einum topp 5 liði, um vit telja TB/FC Suðuroy/Royn sum eitt topp 5 lið. Søgan vísir eisini, at botnliðini eru óvanliga sterk, tí niðasta liðið hevur ongantíð havt so góða støðu eftir 8 umfør í stigum/málmuni áður, síðani tað í 1995 byrjaði at blíva spælt um 3 stig fyri vunnan dyst.
Hesi lið hava havt verri støðu enn niðasta liðið í Effodeildini 2017:
1995: NSÍ 4 stig, Sumba/VB 1 stig
1996: B68 6 stig, B71 6 stig (verri málmun enn liðini í 2017)
1997: B68 5 stig, B71 4 stig, 07 Vestur 0 stig
1998: ÍF 5 stig, TB 3 stig
1999: VB 5 stig, ÍF 4 stig Sumba 0 stig
2000: Sumba 6 stig, FS Vágar 5 stig
2001: EB/Streymur 6 stig, B71 4 stig, FS Vágar 3 stig
2002: TB 5 stig, Skála 2 stig
2003: VB 6 stig, Skála 3 stig
2004: ÍF 4 stig, B68 1 stig
2005: GÍ 4 stig
2006: VB/Sumba 6 stig, Skála 5 stig, B68 5 stig, ÍF 3 stig
2007: AB 5 stig, VB/Sumba 3 stig
2008: Skála 6 stig, B71 4 stig
2009: 07 Vestur 6 stig, KÍ 4 stig
2010: FC Suðuroy 6 stig, B71 6 stig, AB 3 stig
2011: B71 3 stig
2012: NSÍ 4 stig, FC Suðuroy 2 stig
2013: 07 Vestur 6 stig, AB 1 stig
2014: B68 5 stig, Skála 4 stig, AB 4 stig
2015: FC Suðuroy 6 stig, AB 5 stig, EB/Streymur 3 stig
2016: Skála 6 stig, AB 5 stig, B68 3 stig
2017: Skála 6 stig (-3), ÍF 6 stig (-6)
Øll liðini sum eru nevnd áðrenn 2017, og sum hava 6 stig, hava havt verri málmun enn tey bæði niðastu liðini liðini í 2017.
Les eisini:




