Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta flutningsloysn til føroyskt vinnulív

John William Joensen

Nýggjar tíðir – Nýggjar leiðir – Faroe Ship økir komu- og fráferðir til frama fyri Føroyskt vinnulív

Frá mars 2009 kemur Faroe Ship at reka 3 leiðir millum Føroyar og útheimin við 5 skipum, t.e.:
Norðurleiðin við Goðafoss, Dettifoss, Suðurleið við Brúðarfoss, Selfoss og Føroyaleiðin við  Bliki.
 
Umframt at vera partur av siglingarkervinum hjá Eimskipum hevur Faroe Ship gjørt avtalur við  Mærsk og Containership um flutning til t.d.: mið- og fjareystur, Suður Amerika, Russland og baltisku londini v.m. Harumframt er samstarv gjørt við Eimskip-CTG, sum gevur Faroe Ship møguleika at bjóða “reefer” flutning av størri lastum. 

Siglingarkervið er tillagað ynski kundans. Vit eru sannførd um, at Faroe Ship nú hevur bestu  innflutnings- og útflutningsloysnir á marknaðinum. 

Føroyaleiðin siglir beinleiðis úr Føroyum til  Danmarkar mikudag, Suðurleiðin siglir beinleiðis til UK fríggjadag, og Norðurleiðin siglir beinleiðis til Evropa (Rotterdam) leygardag. Innflutningur frá øllum Evropa kemur við Føroyaleiðini og Norðurleiðini til Føroya í vikuskiftinum. 

Nýggja siglingarætlanin ger, at Faroe Ship nú kann bjóða allar loysnir innan bingjuflutning, t.e.:
stykkjagóðs (LCL), bingju loysnir (FCL): 20 fót, 40 fót, og sum nakað nýtt eisini 45 fót.