Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta KÍ verjan í 23 ár

Jákup Ósá

KÍ er liðið í Effodeildini, sum higartil hevur latið fægst mál ígjøgnum.

Aftur í dag megnaði KÍ at halda málið reint og hetta er 6. ferð í landskappingini í fyrstu 11 umførunum, at einki mál fer ígjøgnum. 10 mál eru farin inn fyrstu 11 umførini og so fá mál hevur einki annað lið í Effodeildini latið inn higartil. Og í KÍ samanhangi er hetta flott, tí vit skulu 23 ár aftur fyri at finna eitt ár, har KÍ eftir 11 umførum hevur latið færri mál inn. Tað var í 1993, tá leikarar sum Kurt Mørkøre, Jan Andreasen, Sámal Eyðfinn Akursmørk og Allan Joensen spældu í verjuni frammanfyri John William Joensen í málinum.