Leygarkvøldið 15. Mars kl. 19.00 verður kjøtsmakking í Mentanarhúsinum, har besta kjøtið í Fuglafirði skal finnast. Kvøldið skuldi verða 8. mars, men bleiv útsett eina viku. Vinnarin í fjør gjørdist Gjógvaráhagi við Jørmund Lambaa á odda. 9 hagar eru við í kappingini og spennandi verður hvør stendur við steypinum hesaferð. Sí annars fjølbroyttu skránna niðanfyri

Á skránni er:
Kjøtsmakking
MENU:
Forrættur: Seyðarhøvda terrin v/reyðrótamosi
Drykkjuvørur: Útvalt frá Føroya Bjór
Høvuðsrættur: Braseraður føroyskur bógvur v/ølglace, petit eplum og bakaðum grønmeti
Drykkjuvørur: Útvalt frá Føroya Bjór
Omaná: Sjokolátakøka og Tiramisu v/rabarbukompot
Kaffi og avec.
+ vatn og sodavatn alt kvøldið
Gott borðhald v/Hilmar Jan Hansen
Dansur við Brim
Kostnaður 550,- og einans 150 atgongumerki eru til sølu. Eisini ber til at siga frá við dyrnar, um drykkjuvørur ikki ynskjast, so fært tú 100,- afturgoldnar av teimum 550,- (450,- í alt).
Atgongumerki kunnu keypast í Haraldsen / FK í Fuglafirði ella við at ringja tel 238070. Seinasta freist at keypa er fríggjakvøldið 14. mars kl. 20.00.
Dansurin við Brim er almennur og kostnaðurin er 120,- fyri at sleppa inn til dansin.