Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta pressumynd í heiminum

Ragnhild Ellingsgaard

Ein dani hevur tikið bestu pressumyndina í 2014. Tað staðfesti dómsnevndin handan World Press Photo herfyri.Myndin vísir eitt samkynt par í Ruslandi í eini eymari løtu og er tað danin Mads Nissen, sum tók myndina seinasta ár.

Ein dani hevur tikið bestu pressumyndina í 2014. Tað staðfesti dómsnevndin handan World Press Photo herfyri.


Myndin vísir eitt samkynt par í Ruslandi í eini eymari løtu og er tað danin Mads Nissen, sum tók myndina seinasta ár.

5.591 myndafólk úr øllum heiminum høvdu sent inn 97.911 myndir til kappingina, sum er ein tann størsta av sínum slag. Forkvinnan í dómsnevndini, Michele McNally, heldur, at júst hendan myndin kundi verið ein, sum fer í søguna sum ein av bestu myndum nakrantíð.

Hon sigur harumframt, at tíðin í dag er ein søgulig tíð fyri myndir. 

– Ein vinnaramynd skal vera estetisk, hon skal festa seg í minni og eisini hava møguleika til at gerast ikoniskt. Vinnaramyndin í ár er sjáldsama estetisk sterk og menniskjalig, sigur McNally á heimasíðuni hjá World Press Photo.

Mads Nissen, myndamaðurin, sigur við politiken.dk, at hann fegnast um, at heiðurslønin í ár fór til eina mynd, sum ikki var blóðug. 

– Eg eri glaður fyri, at tey valdu eina stilla mynd, sum ikki hevur blóð á sær. Hetta hevur verið eitt ógvusligt ár við fleiri skakandi hendingum, m.a. í Ukraina og við ebola. Her er talan heldur um ein samfelagstrupuleika enn um “bang bang”, sum hann sigur. 

Mads Nissen hevur fyrr vunnið fleiri virðislønir. Hann hevur millum annað tvær ferðir vunnið Ársins Pressumynd í Danmark, eins og hann er tvær ferðir kosin ársins pressumyndamaður í Danmark.


Mads Nissen tók myndina av samkyntu ungu monnunum í sambandi við eina greinarøð í Berlingske Tidende um kúgan av teim samkyntu í Ruslandi og stríðið hjá teimum fyri frælsi til kærleikan.


Kelda: www.berlingske.dk