Fólkaflokkurin var ein av størstu vinnarunum í dagsins veljarakanning hjá KVF. Hjá Fólkaflokkinum er púra óvanligt, at flokkurin fær yvir 20%, hóast tað er komið fyri. Men 20,7% er tað mesta sum flokkurin hevur fingið í nakrari veljarakanning, sum nordlysid.fo hevur funnið fram av 11 av kanningunum seinastu 9 árini. Í juni í 2006 hevði flokkurin 20,5, sum er næst besta úrslit hesi árini.

Spurningurin er so, hvat hetta skyldast. At Janus Rein er komin uppí flokkin kann vera ein av orsøkunum. Men flokkurin, sum altíð stendur seg verri í kanningunum enn til valið, kann fegnast um eina søguliga góða veljarakanning.
Niðanfyri sæst talva av, hvussu fólkaflokkurin hevur staðið seg í veljarakanningum, sum Gallup, Fynd og Lóður hava gjørt gjøgnum árini.