Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Besta verjan hjá NSÍ nakrantíð

Jákup Ósá

Ongantíð í søguni hjá NSÍ eru so fá mál farin ígjøgnum eftir 17 umførum.

Ongantíð í søguni hjá NSÍ eru so fá mál farin ígjøgnum eftir 17 umførum.

NSÍ, sum eftir hetta vikuskiftið kom uppá 2. plássið í Effodeildini, hevur bara latið 14 mál inn fyrstu 17 umførini í Effodeildini í ár. So fá mál hevur NSÍ ongantíð áður latið ígjøgnum í søgu felagsins. Tað nærmasta var í 2007, tá NSÍ vann sítt higartil einasta føroyameistaraheitið í søgu felagsins. Hetta árið var NSÍ verjan stinn og eftir 17 umførum vóru 15 mál farin ígjøgnum ella eitt meir enn í ár.

Mál ígjøgnum hjá NSÍ undanfarin ár eftir 17 umfør:

2017: 14

2016: 27

2015: 25

2014: 23

2013: 31

2012: 29

2011: 25

2010: 20

2009: 26

2008: 23

2007: 15

2006: 21

2005: 22

2004: 23

2003: 18

2002: 19

2001: 21

2000: 28

1999: 23

1998: 25

1997: 30

1996: – (ikki í bestu deildini)

1995: 37

1994: 29

1993: –

1992: 45

1991: 23

1990: –

1989: –

1988: 21

1987: 20 (Spældu 14 dystir)

1986: 21 (Spældu 14 dystir)

1985: 16 (Spældu 14 dystir)

1984: 27 (Spældu 14 dystir)

1983: –

1982: –

1981: –

1980: –

1979: 35 (Spældu 14 dystir)

1978: –

1977: – (ikki í bestu deildini)

1976: 47 (Spældu bara 12 dystir, fyrstu ferð NSÍ í bestu deildini)