Eins og undanfarin ár var tað formaðurin í løgtingsins vinnunevnd sum handaði bestu bátum og skipum í Føroum heiðurstekin frá Føroya Sjómannadegi
Sambært siðvenju er tað borgarstjórin í Klaksvík sum bjóðar vælkomin og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum setur Føroya Sjómannadag.
Seinasta tiltakið á skránni er handan av heiðurstekin til bestu skip og bátar í undanfarna árið og á sambært siðvenju er tað formaðurin í løgtingssins vinnunevnd, sum flytur frám takkarrøðu og handar heiðurstekin.
Í ár var tað Katrin Dahl Jakobsen, sum fekk hendan heiður og hon takkaði fyri og tí røðu síni legði hon dent á tann týdning sum fiskivinnnan hevður fyri land og fólk.
BESTU BÁTAR OG SKIP
1. januar 2008 til 31.desember 2008
Besta garnaskip 2008:
TG 107 DRELNES
bestur í Nøgd/Virði
Besti Útróðrarbátur undir 15 brt í bólki 5b:
TN 213 LÍRABERG
bestur í Nøgd/Virði
Besti Útróðrarbátur undir 15 brt í bólki 5a:
FD 761 GUNNVÁ
bestur í Nøgd/Virði
Besti Trolbátur Bólkur 4T
FD 830 JENS LEON
bestur í Nøgd
TN 711 VARÐIN
bestur í Virði
Besti Útróðrarbátur 15/40 brt. bólkur 4A
KG 642 BRAGD
bestur í Nøgd/Virði
Besti Útróðrarbátur 40/110 brt. bólkur 4B
NORÐSØKI FD 530
bestur í Nøgd
KG 243 GUDRUN
bestur í Virði
Besta Línuskip yvir 110 brt bólkur 3
FD 454 KAMBUR
bestur í Nøgd
VA 51 VENUS
bestur í Virði
Besta Par, bólkur 2
VN 360 VESTMENNINGUR
VN 390 FRAM
bestur í Nøgd/Virði
Besti Djúpvatnstrolarin í bólkur 1
TG 304 STEINTÓR
bestur í Nøgd/Virði




