Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betesda – kl. 10.00 Torra-Café

Dávur Winther

Poul Færø greiðir frá trolaralívinum umborð á Sjúrðabergi, tá ið teir í 1958 – 59 eisini plagdu at syngja umvegis sendara til flotan. Tónleikur, sangur og kaffi eri eisini á skrá.

Poul Færø greiðir frá vinarlagnum millum hann, Brynleif Hansen, sum var telegrafistur umborð og Jógvan H. Djurhuus sum var á dekkinum – Eisini eru nógvar aðrar hugleiðingar um hesa tíðina, har hann m.a. gjørdi lagið til “Her glaður eg ferðist”, sum Brynleif gjørdi orðini til – Vitin fer at syngja henda sangin og kanska aðrar sangivið eftir framløguna.

Eisini verður ein myndarøð víst frá lívinum umborð, sum ikki hava verið alment frammi áður. Flestu myndir eru frá Hanus Lassen, sum hava ligið í eini skuffu.

Eisini er ein mynd av Judmund Øregaard, sum Brynleif Hansen hevur tikið, tá ið hann uttanborða roynir at bøta trolið, sum er skrædnað – fult av fiski. Nakrar myndir eftir Jógvan Esmar Ósá eru eisini við.

Sum vanligt er kaffi og sangur aftaná. Betesda – kl. 10.00 Torra-Café


Posthúsið – kl. 10.00
Frits Johannesen letur upp listaframsýning á Posthúsinum
Framsýningin er opin til kl. 15.30


Adventure kl. 14.00 – 18.00
Siglt verður við skjóttgangandi báti norður til Kópakonuna og møguliga eisini norður á Kallin og í Kunoyarstovu.
Báturin siglir frá bátahavnini frammanfyri Dragan

Smæran – kl. 15.00
Hanus Lassen – hugleiðingar um sjólívið

Kl. 15.00 – 18.00
Myndaframsýning verður eisini við golmum myndum úr Klaksvík.
Í sambandi við tiltøkini í Smæruni verður eisini “kaffisøla við køkum”.

Dragin opið skip kl. 16.00 – 18.00
Næmingar arbeiða við togverki, spleysa, takla og bensla.

Miðhøllin á Skúlatrøð – kl. 19.30

Osmund Justinussen, skipari og reiðari heldur fyrilestur: Veðurfyribrigdi, sum ávirka fiskiskapin við Føroyar.

Kunna teg nærri um skránna her

http://www.klaksvik.fo/Register/Fullinfo.aspx?cID={31F1E481-203A-4E2C-8A61-3A6F4F06F6AB}&rID={1190FA85-C4F5-4E57-9B33-A0324163ED08}