Í samband við at tað í ár eru liðin 50 ár síðani Betesdakórið sum blandað kór gjørdi sína fyrstu uttanlandsferð, verður ein serlig løta í Betesda mikukvøldið 19. november.
Í samband við at tað í ár eru liðin 50 ár síðani Betesdakórið sum blandað kór gjørdi sína fyrstu uttanlandsferð, verður ein serlig løta í Betesda mikukvøldið 19. november.
Kórið sum fór til Danmarkar var mannað við 33 sangarum og kórleiðari var Líggjas á Váli.
Ferðin vardi fýra vikur, har vitjað varð í Keypmannahavn, Haderslev, har sungið var á samfelagsmøtunum og í Århus.
Teir sum fingu ferðina í lag vóru Jógvan Gerðalíð og Robert á Lakjuni, meðan Brynleif Hansen legði ferðina tilrættis í Danmark.
Á møtinum mikukvøldið 19. november verða nakrar frásagnir, myndir verða vístar og smærri sangbrot verða eisini spæld frá plátunum, sum tá vórðu tiknar upp. Eyðun Elttør fer at tosa um: “Týdningin av at breiða út orð Guds”.
Øll eru hjartaliga vælkomin og ein drekkamuður verður aftaná møtið.




