Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betra atkomumøguleikarnar norðanfyri byrgingina í Sundi

Oliver Joensen

Eisini norðanfyri byrgingina í Hvannasundi er virksemi. Umframt at alibátar og hummarabátar hava sítt dagliga yrki har, so eru menn eisini í ferð við at gera atløguumstøðurnar betur. Har hevur bara verið ein lítil pierur hjá bátunum at arbeitt við, men nú verður ein atløgusíða gjørd frá gamla pierinum og suður ímóti byrgingini. Harafturat verður økið frá kaikantinum og inn ímóti landi fylt upp og gjørt til arbeiðisøkið. Hetta fer at hava við sær, at alingin norðanfyri fer at fáa nógv betur umstøður, samstundis sum hummarabátarnir eisini fáa meira pláss at arbeiða á, sigur borgarstjórin, Katrin Næs 

Harleyfacadeacryl