Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga

Oliver Joensen

Tað er veruliga fallið Tjóðveldi og Dimmalætting fyri bróstið, at eg á felags fundi í Helsinki týsdagin ímillum politisku leiðslurnar í norðurlendsku Javnaðarflokkunum nýtti høvi at tosa við norska forsætisráðharran, um føroysku ónøgdina við býti av makreli ímillum Noreg og Føroyar

John Johannessen,
Form. Javnaðarfl. á tingi

Eingin hevur meira enn Tjóðveldi við ógvusligum vendingum víst á, at býtið av makreli ímillum Noreg og Føroyar ikki er nøktandi.

Rætt er. Avtalan er ikki nøktandi. Tað vístu vit sum ein samd uttanlandsnevnd á í sambandi við ráðførðslu um málið. Tí av samlaðu kvotuni uppá 36 túsund tons, sum strandalondini hava ásett norðan fyri 62 stig, fær Noreg 30 túsund tons og Føroyar 6 túsund tons.

Harumframt hevur Noreg brúkt eina rættiliga óvanliga framferð móti Føroyum í hesum máli.

So er spurningurin, um føroyingar bert sum vanligt skulu lata standa til, yppa øksl og annars leika í heima í Føroyum, um at høvd her heima skulu rulla og annað mangt.

Góð ráð ímillum floksfelagar
Týsdagin var eg á fundi í Fólksins Húsi í Helsinki í Finnlandi. Politisku leiðslurnar í Javnaðarflokkunum og fakrørðslunum í øllum Norðurlondum høvdu sett hvørjum øðrum stevnu, sum vit regluliga gera einaferð um árið. Ikki upp á landsins rokning, men við fígging úr flokskassanum.

Har var eg í stovu saman við millum øðrum norska forsætisráðharranum, Jens Stoltenberg, í ein heilan dag. Vit umrøddu millum annað felags avbjóðingar, ið standa fyri framman, nú fíggjarkreppan er ein ítøkilig hóttan ímóti vælferðini – serliga hjá teimum veikastu. Samstundis varð nógv tosað um týdningin av samanhaldi og samhaldsfesti ímillum norðurlendsku tjóðirnar í hesum trongu tíðum.

Júst í sambandi við hetta, hevði verið løgi, um eg ikki lat nøkur orð falla til floksfelaga mín í Noreg, um framferðina hjá Noreg ímóti Føroyum í Fiskivinnusamráðingunum. Men fyri ikki at gera nakað skeivt mótvegis landsstýrinum, valdi eg fyrst at seta meg í samband við landsstýrið um hetta mál. Hagani fekk eg boð um, at tað var full undirtøka fyri, at eg royndi at gera norska forsætisráðharran greiðan við føroysku ónøgdina.

Í einum kaffisteðgi fingu Jens Stoltenberg og eg høvi at tosa saman um hesi viðurskifti. Eg greiddi honum frá føroysku ónøgdini, og um hvussu óvanliga, ið samráðingarnar vóru farnar fram. Hann lovaði at tosa við fiskimálaráðharran hjá sær um málið.

Tað er ikki vist, at hetta bøtir um makrelavtaluna. Men norski forsætisráðharrin er nú í øllum førum greiður um, at floksfelagar hansara í Føroyum og føroyingar annars halda, at Noreg átti at víst Føroyum størri samhaldsfesti og virðing. Og kanska var tað eitt úrslit av hesum, ið vit sóu longu hósdagin, tá norðmenn góvu tilsøgn um at lata føroyingar fiska 30 túsund tons meira av sild í norskum sjógvi.

Spillandi tungan
Tjóðveldi og Dimmalætting tykjast vera ógvuliga í øðini um, at norski forsætisráðharrin og eg hava tosað saman um hesi viðurskifti. Tað verða nýtt orð sum skeiklan av valdsbýti, viknan av samráðingarstøðu hjá landsstýrinum, dukkuførarar og annað mangt. Enntá sigur Tjóðveldi, at eg nú skal hava gjørt málið til ein spurning ímillum lóggevandi valdið í Føroyum og útinnandi valdið í Noreg, og at hetta er ímóti øllum reglum.

Eg lesi hetta soleiðis, at tað fyri summi hevur størri týdning at skapa rumbul og rópa upp um ónøgd, heldur enn at gera nakað við trupulleikarnar.

Og tá tosað verður um at blanda leiklutirnar saman, so kann eg ikki annað enn hugsa um, tá Tjóðveldi ferð eftir ferð dregur innanhýsis politiskar ósemjur í Føroyum niður á Fólkating og enntá ger tær til mál ímillum donsku stjórnina og Tjóðveldi á Fólkatingi.

At velja leiklutin sum spillandi tungan er eitt frælst val. Men tað er ikki serliga uppbyggjandi. Tað er hóast alt betri, at royna at gera sítt til at vera bøtandi hondin, har man hevur møguleikan.