Samleikaskifti hjá TF Holding samtakinum til Betri, sæst eisini á deildini í Klaksvík og starvsfólkini bjóðaðu viðskiftafólkum kaku og kaffi, tá Norðlýsið vitjaði við myndatólinum
Samleikaskifti hjá TF Holding samtakinum til Betri, sæst eisini á deildini í Klaksvík og starvsfólkini bjóðaðu viðskiftafólkum kaku og kaffi, tá Norðlýsið vitjaði við myndatólinum
Norðlýsið vitjaði á deildini hjá Betri fyrrapartin og starvsfólk vórðu bæði blíð og týð. Í januar mánaða fluttu trý feløg hjá TF Holding samtakinum í somu hølir og í dag varð navn og samleiki gjørdur felags.
Deildarleiðarin Trygvi H. Poulsen vónar, at viðskiftafólk fara at taka væl ímóti broytingunum og hann er sannførdur um, at kunna veita eina betri ráðgeving, og tískil verður tað betri fyri kundar okkara.




