Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betri høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Neistanum

Jóhann Lützen

Neistin hevur gjørt stuðulssáttmála við Betri P/F fyri kappingarárini 2017-2018 og 2018-2019, har Betri verður høvuðsstuðul hjá ungdómsdeildini hjá Neistanum.

Hondbóltsfelagið Neistin var stovnað í 1931 og hevur um 300 limir, og 31 lið í kappingini komandi vetrarhálvu. Harafturat eru nógvir leikarar í 3-6 ára aldrinum, sum enn ikki eru í kappingum.
Felagið hevur lið í øllum ungdómsdeildum umframt bestu deildini hjá monnum og kvinnum.

Súna Mørk, forkvinna í Neistanum sigur: “Neistin er stórt felag við nógvum evnaríkum leikarum. Vit eru sera fegin um stuðulin, sum ger tað møguligt at geva Neistaungdómi eitt mennandi læru umhvørvi. Neistin leggur stóran dent á ungdómsarbeiðið í felagnum og leggur nógva orku í, at umhvørvið, har tey ungu koma, er gott og at trivnaðurin er í hásæti.

Nógv børn og ung eru virkin í Neistanum, og hondbóltsligi felagsskapurin eggjar til rørslu og samanhald. Tí eru vit sera glað um at stuðulsavtalan við Betri ger, at Neistin framahaldandi kann styrkja aðalmálum felagsins.

 Petur Elias Petersen, leiðari í privatkundadeildini hjá Betri Trygging í Tórshavn sigur: “ Vit eru fegin um at stuðla ungdómsdeildini hjá Neistanum. Neistin hevur sera nógv lið í ungdómsdeildunum og nógvar evnaríkar leikarar, sum um nøkur ár helst fara at gera seg galdandi í bestu deildunum hjá Neistanum.

Hondbóltsítróttin er sera góð fyri ungdómin. Hon er m.a. við til at skapa karmar fyri sosialari samveru og samanhaldi hjá ungu leikarunum í Neistanum. Eisini er hondbóltsítróttin við til at styrkja um heilsuna hjá teimum ungu. Vit ynskja Neistanum eitt gott kappingarár og gleða okkum til samstarvið komandi tvey árini “