Tá Bragd í morgun royndi í Kalsoyarfirði, var tað skjótt at teir sóu, at hýsan millum oyggjarnar var betri fyri enn hon, ið teir vanliga fáa norðanfyri.
Tá Bragd í morgun royndi í Kalsoyarfirði, var tað skjótt at teir sóu, at hýsan millum oyggjarnar var betri fyri enn hon, ið teir vanliga fáa norðanfyri.
Tað er ikki so vanligt, at útróðrabátarnir royna inni við land. Men í morgun setti Bragd inni á Kalsoyarfirði. Av teimum knapt 4000 pundunum var størra helvtin hýsa, ið hevur góðan prís í hesum døgum. Og umborð á Bragd siga teir, at hýsan inni við land var størri og feitari enn tann, ið teir vanliga fáa norðanfyri oyggjarnar. So er spurningurin, hvat hetta er tekin uppá?
Í Klaksvík royna bara tríggir stórir útróðrabátar. Bragd, Kallanes og Líðhamar. Síðani royna nakrir smærri bátar.




