Norðsøki kom júst at, tá vit vóru á Stongunum ímorgun. Teir høvdu júst avreitt hinumegin Vágna og tað bleiv 5.500 pund í morgun. Eyðólvur Vang, skipari á Norðsøka vitsti at siga, at Kallanes hevði avreitt 7000 pund ímorgun, Líðhamar 5000, og plastbáturin Bjørgvin hevði avreitt 4000 pund. Frá Bragd frættist, at har hevði eisini verið væl á línuni ímorgun.
Hýrurin hevur annars verið sera vánaligur í egningarskúrunum seinastu tíðina, tí bátarnir hava sjalvdan fingið meira enn 4000 pund og tað hevur verið alt ov lítið. Tó hava teir hespast, tí prisurin hevur verið góður.
Men ímorgun var lagi betur. Hetta er besta fiskitíð, og tí hava teir mót um, at veturin fer at hildnast hóast alt.




