Hálvársfrásøgnin hjá Betri pensjón vísir avlop á 2,4 mió. kr. eftir skatt og eina stóra tilgongd av nýggjum kundum. Hetta verður mett sum sera gott úrslit fyri unga felagið, ið nú hevur virkað góð 7 ár á føroyska pensjónsmarknaðinum.
Hálvársfrásøgnin hjá Betri pensjón vísir avlop á 2,4 mió. kr. eftir skatt og eina stóra tilgongd av nýggjum kundum. Hetta verður mett sum sera gott úrslit fyri unga felagið, ið nú hevur virkað góð 7 ár á føroyska pensjónsmarknaðinum.
Økt tal av kundum
Higartil í ár hevur felagið fingið nógvar nýggjar kundar og nærkast nú 15.000 kundum eftir einans 7 árum á føroyska pensjónsmarknaðinum. Ein av orsøkunum til hetta er, at 2014 er fyrsta árið við nýggju eftirlønarlóggávuni, sum ásetur, at allir føroyingar skulu stovna sær eftirlønarkonto.
Nøktandi lyklatøl
Tryggingargjøldini hjá Betri pensjón, íroknað innskot, vuksu frá 34,6 mió. kr. í fyrra hálvári 2013 til 49,2 mió. kr. í fyrra hálvári 2014. Fíggjarmarknaðirnir góvu sum heild gott avkast fyrra hálvár 2014, og varð samlaða fíggjaravkastið 28,7 mió. kr. móti 16,1 mió. kr. í fyrra hálvári 2013. Rakstrarúrslitið eftir skatt gjørdist ein vinningur á 2,4 mió. kr. móti 1,8 mió. kr. í fyrra hálvári 2013.
Góð útlit fyri 2014
Útlitini hjá Betri pensjón fyri 2014 eru góð. Arbeitt verður støðugt við at verða fremsta og besta pensjónsfelagið á føroyska marknaðinum.
Skjótt vaksandi marknaðarluturin og góða gongdin merkir, at mett verður, at endaliga úrslitið fyri 2014 verður positivt.
Stjórin fegnast um úrslitið
Mortan Poulsen, stjóri í Betri pensjón, fegnast um hálvársúrslitið og sigur: “Nøktandi úrslit og ein stór og støðug tilgongd av nýggjum kundum vísir, at Betri pensjón, við sínum kappingarføru tænastum, er ein kjølfest fyritøka á føroyska pensjónsmarknaðinum.”




