Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Betri Pensjón: Nýggj grøn kós

Betri pensjón

Betri Pensjón hevur orðað ein greiðan málsetning um bert at gera íløgur, har burðardygd verður tikin í álvara. Longu nú er væl meiri enn helvtin av íløgunum sett í feløg við burðardygd sum eyðkenni – og komandi árini er málið, at allar íløgurnar skulu stiðja undir grønu kósina

– 2020 var eitt serligt ár fyri okkum øll, og í Betri Pensjón brúktu vit høvið til at umhugsa okkara støðu, seta út í kortið og orða nýggjar málsetningar. Til dømis, at vit framyvir bert skulu gera íløgur í feløg, sum taka burðardygd í álvara, greiðir Helgi L. Petersen, stjóri, frá. 

– Við eru longu farin at raðfesta øðrvísi, og áleið 60% av íløgunum í partabrøv eru nú í feløgum, ið hava burðardygd og ábyrgd sum eyðkenni. Málið er, at vit um 3-5 ár náa upp á 100%. Tí hóast tað er eitt ávíst kjak um, júst hvussu burðardygd skal skilmarkast, ivast vit ikki í, at hetta er einasti rætti vegurin at fara, sigur Helgi L. Petersen.  

 

Ávirkanin á partabrøv

Nú farna árið endaliga er gjørt upp, stendur eftir, at hóast brotasjógvarnir seinasta vár virkaðu øgiliga ógvusligir, kom Betri Pensjón ígjøgnum árið uttan at taka sjógv inn. 

– Nú eitt ár er liðið, síðani farsóttin rakti, kunnu vit tíbetur staðfesta, at vit eru komin væl ígjøgnum og vit eru nøgd við úrslitið í fjør á 8,5 milliónir kr. Korona ávirkaði okkum sjálvandi – serliga tí at avkastið av nøkrum partabrøvum ikki náddi at fóta sær heilt, áðrenn árið var liðið – men hinvegin vóru nógv færri skaðatilburðir í 2020 enn vanligt hevur verið onnur ár, sigur Helgi L. Petersen.

Hann fegnast um, at útlitini fyri 2021 eru góð. 

– Fyrsti ársfjórðingur í 2021 hevur gingið sera væl og partabrøvini hava givið góð 9% í avkasti. Nú gleða vit okkum til, at viðurskiftini vónandi gerast vanlig aftur – og at seta full segl fram ímóti burðardyggu málunum, vit hava sett okkum, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón. 

 

Lyklatøl fyri 2020

  • Ársúrslit eftir skatt: 8,5 mió
  • Tryggingarinntøkur: 169,1 mió
  • Avkastprosent: 0,0%
  • Kostnaður pr. tryggjaða: 658 kr
  • Eginogn: 83,8 mió
  • Eginognsavkast: 10,1%
  • Solvensdekningur: 287,6%

 

Harleyfacadeacryl