Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betri tænasta til borgarar í Viðareiðis og Hvannasunds kommum

Oliver Joensen

Samferðsludeildin hjá Strandfaraskipum Landsins hevur gjørt sáttmála um skúlabarnaflutning við Viðareiðis og Hvannasunds kommunur.

Við nýggja sáttmálanum verða tað nú fleiri fráferðir hjá leið 500, ið fer at røkja bussflutning til og frá Klaksvíkar skúla.

Um morgnanar verða børnini avheintaði og koyrd beinleiðis til skúlan og tvær nýggjar fráferðir eftir skúlatíð verða úr Klaksvík og verða børnini tá avheintaði við Sandin í Klaksvík og koyrd heimaftur. Kommunurnar syrgja fyri at ávísa góðkend steðgipláss.

Nýggi sáttmálin verður undirskrivaður mánadagin 17. august á kommunuskrivstovuni í Hvannasundi, sigur Samferðsludeildin hjá Strandfaraskipum Landsins í tíðindaskrivi.

Á fundinum í gjár, Har Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasundi og Hans Jákup Kallsberg, borgarstjóri á Viðareiði, saman við Jens Petur Brattalíð, undirskrivaðu sáttmálan, kom fram, at hetta gevur skúlabørnunum í bygdunum norðanfyri størri rásarrúm við bygdaleiðum. Fyrr vóru tey koyrd til og úr skúla við bussi og tað var tann koyringin. Nú fáa skúlabørnini busskort, og kunnu umframt skúlabussin, brúka vanligu bussrutuna hjá Strandferðsluni sum teimum lystir. Tað vil siga, at væl fer at bera til at møta upp til ymiskar ítróttargreini í Klaksvík og í tí sambandi at brúka bussarnar til flutningin báðar vegir. 

Borgarstjórarnir norðanfyri vóna tí, at ítróttarfeløgini í Klaksvík fara at hava ferðaætlanina hjá bussunum í huga, tá venjingartíðir verða lagdar.

Harleywoodpaint