Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Betri umstøður til tey, ið bera brek

Jóhanna Christiansen

Í eini so stórari kommunu sum okkara eiga vit at hava betri umstøður til tey, ið á ein ella annan hátt hava brek at stríðast við.

Tað er avbjóðandi og krevjandi at hava børn og ung, sum bera brek, og

her eiga vit sum kommuna at gera meira fyri tey og teirra nærumhvørvi.

 

Eg kann av egnum royndum siga, at her eru vit ikki nóg góð.

 

Eitt boð er at hava ein kontaktpersón, sum kann vegleiða og hjálpa teimum t.d. við ansingarmøguleikum og líknandi støðum, sum kunnu koma fyri.

 

Hetta eru borgarar í okkara kommunu, og teir skulu ikki vera ein kastibløka ímillum land og kommunu um, hvør skal gjalda.

 

Væl vitandi um, at ein servicelóg er á veg, so haldi eg, at vit gott kunnu vera eitt fet frammanfyri.

 

Tað skal ikki bara vera so, at minsta kravið er uppfylt!

 

Tað er ikki nøktandi nú á døgum, at nýggir bygningar verða gjørdir, har tað ikki er møguligt hjá rørslutarnaðum at koma inn – t.d. Biskupstorgið. Situr tú í koyristóli, hevur tú ikki møguleika at lata hurðina upp sjálvur, og nógvir kantar og leysar flísar eru í vegin.

 

Tað er ikki nøktandi, at tú skalt inn ígjøgnum bakdyr, um tú situr í koyristóli.

Her má eg geva handlunum í Klaksvík rós. Teir eru nógvir, sum hava hurðar, sum eru sjálvvirkandi og atkomuligar.

 

Tað er ikki nøktandi, at gongubreytir eru so illa gjørdar/røktar, at tú mást út á vegin, tí tað er ov høgt at koma av og á gongubreytina.

 

Tað er ein sjálvsagdur lutur, at vit koma lætt til okkara bústað.

Vit mugu taka atlit til, at ein, sum hevur rørslubrek, fær eitt grundøki, sum er lætt at koma til.

 

Vit mugu hava betri skúlatilboð til børn við autismu og líknandi avbjóðingum. Tey klára ikki at fara inn í ein flokk við nógvum børnum.

 

Væl vitandi um, at ikki alt er møgulig, so skulu vit til at raðfest hesar borgarar og teirra familju hægri.

 

Hetta er eitt av mínum hjartamálum

 

Jóhanna Christiansen

Valevni á lista A

Harleywoodpaint