Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Betri veður seinnapartin

Hanus Kjølbro

Eitt lágtrýst fer tvørtur um Føroyar í dag – brúgvaløgini sum hoyra til hetta lágtrýstið hava ligið oman fyri okkum í morgun. Seinnapartin verður eitt sindur frægari.

Tá ið lágtrýst fer fram við so nær við okkum – miðjan verður einar 20 fjórðingar norðanfyri seint seinnapartin – eru ættirnar skiftandi; eisini eru skiftandi løtur við avfalli.

Byrjandi á middegi í dag, so siga veðurstøðir Landsverks frá landsynningi-suðuri í norðara parti av landinum; útsynningi-suðuri í sunnara parti av landinum. Vindferðin er 8 til 12 m/s, og tað regnar enn illa í Norðoyggjum – aðrasteðs er blivið turrari.

Út á seinnapartin verður turrari enn í morgun – men tó ælaveður. Ættin fyrra partin av seinnapartinum verður um sunnan; vindferðin 3 til 8 m/s.

Seinni seinnapartin fer ættin í útnyrðing og útnyrðing-vestan. Vindferðin fer at liggja um 3 til 8 m/s alt kvøldið eisini.

Seint í kvøld fer vindurin at veksa upp í 15 til 20 m/s úr útnyrðingi, og tað verður avfall, regn ella vátaslettingur. Tað verður fyrst í Suðuroy, at vindurin fer at merkjast, men sum tímarnir ganga í kvøld og í nátt, er vindurin um alt landið.

Vindurin varðar ikki leingi, tí longu sunnumorgunin minkar vindurin niður í 10 til 15 m/s, og ættin fer eitt sindur niður um vestan. Seinnapartin minkar vindurin niður í 5 til 10 m/s.