Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betta stillar ikki upp aftur til býráðsvalið hesaferð

John William Joensen

Á býráðsvalinum í 1992 varð Betta, heldur óvæntað, vald inn í býráðið, sum umboð fyri Sambandsflokkin.

Vit spurdu Bettu, hvussu hon fekk áhuga fyri politikki.
–  Tað var mest sum av tilvild, at eg kom upp í politikk. Trupult var hjá Sambandsflokkinum at manna valevnislistan, og eftir fleiri áheitanir játtaði eg at stilla upp. Sjálv helt eg meg vera ífyllu á listanum, so tað kom óvart á meg og á onnur eisini, at eg varð vald inn í býráðið við 58 atkvøðum. Tað var eitt veruligt herðklapp.
Sambandsflokkurin kom í samgongu ta ferðina.
Vit spurdu Bettu, hvussu tað var at koma so óvæntað inn í býráðið.
–  Tað var ikki lætt á koma í býráðið á fyrsta sinni. Nógv var at seta seg inn í. Eg saknaði kunning og upplýsing um arbeiðið og mannagongdir.
Á valinum í 1992 var fyrstu ferð, at tríggjar kvinnur vórðu valdar inn í Klaksvíkar býráð.
–  Tað hevur havt sína ávirkan, at tríggjar kvinnur hava sitið í býráðnum. Kvinnur hugsa øðrvísi og leggja dent á ymiskt annað, enn menn gera.
Kvinnur eiga ikki at halda seg aftur. Tær kvinnurnar, ið eg havi arbeitt saman við í býráðnum hesi 8 árini, hava ikki staið aftanfyri menninar. Tær eru óførar.
Tað er umráðandi, at bæði kynini eru umboðað í býráðnum.
Á býráðsvalinum í 2000 varð Betta afturvald í býráðið.
–  Eg ivaðist í at stilla upp aftur tá. Endin varð, at eg var á listanum. Aftur fekk eg dyggan stuðul – 124 atkvøður.
Sambandsflokkurin varð ikki boðin uppí samgonguna men kom at sita í minniluta.
Betta hevur roynt bæði – at sita í meirluta og í minniluta. Vit spurdu, hvør munurin er.
–  Tað er ein ávísur munur at vera í samgonguni og at vera í minnilutanum.
Meirlutin hevur samgongufundir, har ætlanir verða lagdar, og samgongan ger fíggjarætlan, uttan at minnilutin er við.
Fíggjarætlanin skal tó leggjast fyri býráðið til góðkenningar, og tá kann minnilutin gera sínar viðmerkingar.
Tó skal sigast, at í ár hevur samgongan boðið minnilutanum við til at leggja fíggjarætlan fyri næsta ár. Tað vísir, at samstarvið er gott.
Tað er bara fyrstu tíðina eftir valið, at politikkarar eru firtnir um at sita uttanfyri samgonguna, tað lagar seg skjótt.
Ósemjur hava verið, men vit hava altíð kunnað tosað okkum til rættis. Samstarvið hevur verið sera gott hesi 8 árini, eg havi sitið í býráðnum.
Vit spurdu Bettu, hví hon hevur valt ikki at stilla upp aftur hesaferð.
–  Eg haldi, at tá ið eg havi sitið í býráðnum í 8 ár, so eigi eg at lova onkrum øðrum framat. Nú fari eg at gera tað, sum eg ikki havi havt stundir til, meðan eg havi sitið í býráðnum. Eg eri ikki arbeiðsleys.
Vit spurdu, hvussu tað er at hyggja í bakspeglið eftir at hava verið býráðslimur í 8 ár.
–  Hetta hava verið spennandi og lærurík ár. Onkur mistøk eru gjørd, men samanumtikið er tað við gleði og stoltleika, eg síggi aftur á hesi farnu 8 árini í býráðnum.
Tá ið eg kom í býráðið á fyrsta sinni, skyldaði kommunan meira enn tríggjar álíkningar, og nú er skuldin komin niður á góða hálva álíkning.
Inntøkan hevur verið góð hesi árini, so vit hava fingið ymiskt av skafti, samstundis sum vit hava afturgoldið skuld.
Skúlin á Ziskatrøð verður nú umvældur, og ætlanir eru at útbyggja Skúlan við Ósánna. Ábøtur eru gjørdar í svimjihøllini. Væl er komið áleiðis við at loysa barnaansingartørvin. Arbeitt verður við góðshavnina í Ánunum. Borgarar í Klaksvík fáa nú sóttreinsað vatn. Skýlið við fótbóltsvøllin er komið. Útstykking undir Grashjalla. Nógv umrødda rundkoyringin gjørdist veruleiki. Vegir eru betraðir eins og gongubreytir, og fleiri gøtuljós er komin o.s.fr.
Tað er hugaligt at vita, at Sambandsflokkurin hevur verið við til øll hesi framstig.
Fer Betta at stilla upp aftur seinni?
–  Tað dugi eg ikki at siga nú. Tað fer tíðin at vísa.

Norðlýsið takkar fyri samrøðuna og ynskir Bettu alt tað besta!