Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Betur umstøður hjá alarunum í Hvannasundi

Oliver Joensen

Jón Purkhús, leiðari á Bakkafrost Norður vísti fram nýggju umstøðurnar hjá alarunum í Hvannasundi.

Jón Purkhús sigur, at orsakað av at Hvannasunds/Norðdepils kommuna er í fer við at betra um umstøðurnar hjá ferðafólkaferjuni í Hvannasundi, var neyðugt at flyta flakan, har alararnir í Hvannasundi hava havt støð.

Í fyrstu atløgu hugsaðu vit okkum at leiga okkum inn á kajøkið í Norðdepli og kanska leggja flakan har. Men seinni fingu vit eitt tilboð frá Norðfra um at keypa niðara bygningin, sum teir áttu á kajini í Norðdepli.

Hetta er ein bygningur sum hevur verið brúktur til umsiting og fiskamóttøku og goymslu.

Avgerð bleiv tikin um at keypa hendan bygningin og at seta hann í betur stand og at gera nakrar broytingar, so hetta kann gerast høvuðsstøðin hjá alarunum hjá okkum her í Hvannasundi.

Samstundis fingu vit ein leigusáttmála við kommununa her um at leiga 50 metrar av sunnasta partinum av kajøkinum.

Framyvir kemur so bygningurin her at virka sum slúsa, har fólkið, sum starvast í alingini her, verður slúsað inn á øki og samstundis verður leigaða økið eisini stongt av, soleiðis at vit lúka treytirnar íð settar eru fyri at minka um smittuvandan uttanífrá.

Tá vit vitjaðu í Norðdepli, vóru vit saman við Jón Purkhús ígjøgnum nýggju hølini, ið Bakkafrost Norður hevur ogna sær. Handverkarar vóru í gongd har, men rættuliga langt var komið áleiðis at skikka hølini til tørvin hjá alarunum.

Hvannasundsmegin vitjaðu vit eisini á flakanum, ið higartil hevur verið støð hjá alarunum og sum nú verður avloystur av støðini í Norðdepli.

Á flakanum hittu vit Hans Christian Hansen, ið hevur starvast í alingini nú í útivið 26 ár. Hans Christinn munnu nógvir klaksvíkingar kenna sum KÍ ara og róðursmann á Klaksvíkingi tann tíð tað var.

Jón Purkhús segði frá, at umleið 45 fólk starvast hjá Bakkafrost Norður, norðanfyri fjall í alingini og á smoltstøðunum har. Aling er sunnanfyri og norðanfyri byrgingina og harafturat eru tvinnar smoltstøðir, onnur á Norðtoftum og hin inni í Dølum á Viðareiði.

Umleið 32.000 tons av laksi komu úr alingini á Hvannasundi í fjør.